Kynsskifti: Kann fáa víðfevndar avleiðingar

– Tá samfelagið verður noytt at viðurkenna kenslur fram um fakta, fer kavabólturin á rull, heldur blaðstjórin á Trúboðanum

– Spurningurin er, um vesturheimurin, ið sigur seg seta vit og skil fremst, ikki er í ferð við at leggja seg skerflatan fyri kenslum, eisini tá tær stríða ímóti vísindaligum sannroyndum.

Tað sigur Øssur Kjølbro, blaðstjóri á Trúboðanum, í grein um uppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti, sum fær 1. viðgerð á løgtingi í dag. Sambært uppskotinum skulu fólk, sum kenna seg sum hitt kynið, enn tey eru lívfrøðiliga fødd sum, kunna søkja um løgfrøðiligt kynsskifti.

– Men júst tað lívfrøðiliga kynið er ein so grundleggjandi byggisteinur hjá menniskjanum og mannaættini, at fylgjurnar ikki kunnu vera annað enn ógvuliga víðfevndar, skrivar Øssur Kjølbro.

Hann vísir á nøkur dømi, har ivamál kunnu stinga seg upp viðvíkjandi kyni, um loyvt verður fólki at skifta kyn løgfrøðiliga.

– Í fleiri londum hevur mikil orðadráttur verið um atgongd til vesi hjá ávikavist monnum og kvinnum. Tá føroyska samfelagið alment viðurkennir teg sum kvinnu, hóast tú ert føddur sum maður og enn lívfrøðiliga hevur ein mannfólkakropp, so verður tað mismunur vegna kyn at nokta tær atgongd til vesið ella brúsurúmið hjá damunum.

– Enn verða ítróttarlið býtt upp eftir kyni. Tá føroyska samfelagið alment viðurkennir teg sum kvinnu, hóast tú ert føddur sum maður og enn lívfrøðiliga hevur ein mannfólkakropp, so kanst tú sjálvandi eisini bjóða teg fram á kvinnuliðnum í eitt nú fótbólti, hondbólti ella svimjing. Tú fremur mismun vegna kyn, um tú talar at, vísir blaðstjórin á Trúboðanum á.

Hann reisir eisini spurningin, hvussu verður við hjúnarvígslum.

– Tá eitt par biðir prest um hjúnavígslu og tað síðani vísir seg, at báðir makarnir lívfrøðiliga eru sama kyn, hóast annað teirra hevur skift kyn løgfrøðiliga. Hevur prestur so skyldu at víga tey/tær/teir sambært hjúnabandslógini, um báðir makar annars eru limir í fólkakirkjuni? Prestur kann ikki nokta við at vísa til vantandi vígsluritual, tí føroyska samfelagið hevur alment viðurkent tey sum hvør sítt kyn, skrivar Øssur Kjølbro.

– Persónliga frælsið tryggjar einum og hvørjum rætt til sínar kenslur, júst sum tær eru, men tá samfelagið verður noytt at viðurkenna kenslur framum fakta, fer kavabólturin á rull. Trúboðin heldur, at hetta er enn eitt fet í eini kynsupploysandi ideologi, sum ger upp við áratúsund-gamla sivilisatión og sum í grundini er eitt risastórt eksperiment, har eingin kennir evstu avleiðingarnar, skrivar Øssur Kjølbro.

Uppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti fær 1. viðgerð á løgtingsfundinum, sum byrjar kl. 11.00 í dag.