- Nú skal kynsligur harðskapur steðgast!
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hon staðfestir, at nógv hevur verið tosað um kynsligan harðskap.
Men hon hevur sterkan illgruna um, at vit enn bert hava sæð toppin av ísfjallinum, og tí er hetta eitt av teimum málum, sum eru raðfest frammaliga í almannamálaráðnum.
Eitt lið í hesum er at stovna eitt barnahús, sum eftir ætlan skal taka ímóti fyrstu børnunum í heyst.
- Talan er ikki um ein nýggjan stovn, men um ein øðrvísi og skynsamari hátt at taka hond um børn, sum hava verið fyri kynsligum harðskapi ella harskapi annars.
- Ístaðin fyri at børnini, ið hava verið fyri kynsligum harðskapi, skulu reika ímillum myndugleikar frá løgreglu til lækna til sálarfrøðing, skulu hesir myndugleikar koma til barnið og gera tær neyðugu kanningarnar undir tryggum og barnavinarligum umstøðum.
Annika Olsen vónar, at Barnahúsið fer at geva okkum betri hagtøl um støðuna viðvíkjandi kynsligum harðskapi í Føroyum, har allir upplýsingar verða savnaðir á einum stað.
Nú skulu eisini fleiri broytingar gerast í barnaverndarlógini og hesar broytingar hava beinleiðis samband við stovnanina av barnahúsinum.
Í viðgerðini av einum máli í barnahúsinum, skulu viðkomandi starvsfólk kunna lata privatar og persónligar upplýsingar ímillum sín um viðurskifti, sum hava við málið at gera.
- Somuleiðis fer tað at standa í lógini, at barnaverndirnar skulu seta kanningar í verk í seinasta lagi 24 tímar eftir at tær hava fingið eina fráboðan.
Í triðja lagi fáa børnini sítt egna barnaumboð og eitt barnaráð, sum skulu verja rættindi hjá børnum og ungum
Í hesum sambandi fer tað at bera til at kæra um trupulleikar hjá børnum.
Annika Olsen sigur eisini, at Løgtingið hevur samtykt eina heildarætlanin ímóti kynsligum harðskapi.
Í hesum sambandi eru fleiri viðurskifti, ið hava tørv á at vera umrødd, eitt nú um revsingin fyri siðamisbrot og kynsligan ágang, skal herðast, og um fyrningarfreistin fyri at kunna taka mál upp aftur skal broytast.
Føroyar hava staðfest barnarættindasáttmálan hjá ST
- Tað er ikki nóg gott, at Føroyar bara taka undir við einum sáttmála um barnarættindi og so lata standa til.
- Vit hava skyldu til at taka orðini í ST barnarættindinasáttmálanum til okkum og gera tær neyðugu broytingarnar, soleiðis at øll børn í Føroyum kunnu leggja seg trygt at sova um næturnar uttan at vera bangin um ta marru, sum tíverri alt ov mong børn í Føroyum uppliva, sigur Annika Olsen
Les annars grein hennara undir teiginum Lesarabrøv, longur niðri á síðuni.