Katólska kirkjan í Týsklandi almannakunngjørdi í gjár, at tey seinastu tíggju árini eru 66 av hennara tænarum skuldsettir fyri kynsligan ágang ímóti børnum og vaksnum, og at í flestu førum vóru tað dreingir, sum vóru fyri ágangi.
Hetta er úrslitið av einari kanning, sum kirkjan fór undir fyri tveimum árum síðani, eftir at fleiri hundrað fólk boðaðu frá, at sum børn høvdu tey verið fyri kynsligum ágangi frá starvsfólki í kirkjuni í árunum frá 1950 til 1980.
Kirkjan sigur, at í árunum frá 2000 til 2010 fekk hon 576 ákærur um, at tænarar hennara høvdu gjørt seg sekar í kynsligum ágangi.