Løgtingsfundur er í dag klokkan 13.
Umframt framløgu eru trý mál á skránni. Eitt av hesum málum er eitt uppskot til samtyktar um heildarætlan móti kynsligum ágangi.
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Janus Rein løgdu uppskotið fram 22. november.
Uppskotið er at fáa løgtingið at heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri løgtingið frágreiðing um heildarætlan, sum viðger, hvørji tiltøk eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera kynsligan ágang.










