Skjótt verður ein skipan sett í gildið í Føroyum, har øll, sum søkja størv, har tey hava við børn undir 15 ár át gera, skulu útvega eina barnaváttan. Ein rein barnaváttan er prógv um, at tey ikki hava verið upp í málum um kynsligan ágang ímóti børnum.
Men hjá summum ber tað ikki til at útvega barnaváttan. Her verður hugsað um útlendingar úr fleiri londum, tí tað er nógvastaðni, har tey ikki hava nakra skipan við barnaváttanum. Nú málið um barnaváttanir er til viðgerar í Løgtinginum, hevur mentanarnevndin hjá Løgtinginum spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hvussu støðan er hjá útlendingum úr øllum teimum londunum har tey ikki hava nakra skipan um barnaváttanir.
Hetta var ein spurningur, sum nógv tingfólk høvdu á lofti, tá ið málið varð umrøtt í Løgtinginum. Eitt, tey vístu á, er, at tað eru nógvir ítróttarvenjarar úr fremmandum londum í Føroyum, men spurningurin er, hvussu farast skal fram ímóti teimum.
Jenis av Rana sigur, at tað eru bara lógarbrot, sum eru framd í Danmark, sum verða skrásett. sostatt kunnu fólk úr fremmandum londum bara fáa barnaváttan fyri tað tíðina, tey hava búð í danska ríkinum. Í roynd og veru merkir tað helst, at tá ein arbeiðsgevari biðjur donsku kriminalskrásetingina um eina barnaváttan, fær viðkomandi antin eina blanka váttan ella eitt svar, sum sigur, at viðkomandi ikki hevur búð í ríkinum, og at ein váttan tí ikki kann gerast.
Men Jenis av Rana sigur, at soleiðis er støðan eisini í dag. Í dag kunnu arbeiðsgevarar krevja barnaváttanir, og fleiri arbeiðsgevarar hava í dag útlendingar í starvi. Høvuðsmunurin er tann, at verður lógin um barnaváttan samtykt, verður tað ein skyldu hjá øllum arbeiðsgevarum í Føroyum at útvega eina barnaváttan, tá ið fólk, sum eru yvir 15, verða sett í starv har tey hava regluligt samband við børn undir 15 ár.
Sostatt verður tað ein skylda at útvega eina barnaváttan úr donsku kriminalskrásetingini - men ikki úr øðrum londum, har tað heldur ikki er vist, at tey hava eina tílíka skipan - ella har tað ikki er vist, at revsilógin er tann sama sum í Føroyum.
Men Jenis av Rana sigur, at fyri tað kunnu arbeiðsgevarar saktans eggja útlendingum til at koma við eini barnaváttan, har tað ber til, og har revsilógin líkist okkara.
Hann sigur, at tað hevði verð ynskiligt at brotsverk, sum eru framd í øllum londum, standa í barnaváttanini frá donsku kriminalskrásetingini. Men tað gera tað ikki, og tað fær hann ikki gjørt nakað við.











