Nú val til Fólkatingið er útskrivað, minnir Demokratia á, at vit hava ein kynsójavna í politisku skipanini, sum vit mugu fáa rættaðan.
- Tað eru veljararnir, sum við hvør síni atkvøðu í síðsta enda gera av, hvørji tvey fólk umboða okkum á fólkatingi. Tað eru tey, sum gera uppstillingarlistarnar, sum skapa fortreytirnar fyri, at veljararnir kunnu gera av, hvørt tey vilja atkvøða fyri eini kvinnu ella einum manni.
Soleiðis skrivar Demokratia í tíðindaskrivi, nú Fólkatingsval er útskrivað.
- Demokratia heitir við hesum alment á leiðslurnar fyri politisku flokkarnar um at tryggja kynsjavnvág á uppstillingarlistunum til komandi val. Ábyrgdin - hon er tykkara! Avgerðin hon er tykkara! Atkvøðan hon er okkara!
Tað sigur Demokratia í áheitanini.