Tað var grannauppgerð í høllini á Hálsi í kvøld, har mansliðini hjá Neistanum og Kyndli brustu saman. Ein dystur, sum hevði nógv at siga hjá Kyndli fyri at halda fast um finalugevandi 2. plássið.
Neistin var væl við fyrstu løtuna, men tað var Kyndil, sum vann sær munin í fyrra hálvleiki og slapp til hálvleiks á odda 12-10.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Neistanum at koma á odda 14-13, men síðani dróg Kyndil frá aftur. At enda skrædnaði, og Kyndil vann greitt 28-22.
Kyndil er nú fýra stig frammanfyri H71 á triðja plássi, sum tó hevur leikt ein dyst færri. Sunnudagin er lagt upp til spennandi dyst, tá ið júst hesi bæði liðini hittast í høllini á Hálsi.










