Kyndlakvinnur hildu rimmarfast um sítt finalupláss í fremstu kvinnudeildini í hondbólti við einum 19-14 sigri á VB suðuri í Vági.
Talan varð um ein málfátækan dyst, har Kyndil var bert á odda 7-4 í steðginum.
Tomma Petersen í Kyndlamálinum gjørdi sítt til, at hennara lið vann við at bjarga fýra brotskøstum.
Kyndil liggur nú rættiliga trygt á øðrum plássi í fremstu kvinnudeildini við 15 stigum.
Neistakvinnur vunnu 31-29 á Stjørnuni, aftaná at hava verið aftanfyri 22-27. Í steðginum varð Neistin annars á odda 16-14. Stjørnan pressaði veruliga Neistan gjøgnum allan dystin, og tað var ikki fyrr enn ímóti dystarenda, at neistakvinnur fingu veruliga glið á sítt spæl, tá tær vendu einum hóttandi tapi.
Støðan í fremstu kvinnudeildini :
1. Neistin 11 dystir 22 stig
2. Kyndil 12 dystir 15 stig
---------------------------------------
3. VÍF/Tjaldur 10 dystir 8 stig
4. VB 10 dystir 7 stig
5. Stjørnan 11 dystir 6 stig
6. StÍF 10 dystir 6 stig