Takk fyri at eg eri boðin at halda røðu, og takk fyri at tit skipa fyri hesum tiltaki.
Ein av stóru frælsishetjunum í 20. øld er suðurafrikanski Nelson Mandela. Í 27 ár sat hann í fongsli fyri at stríðast ímóti suðurafrikanska apartheidstýrinum, har tann hvíti minnilutin hevði ræðið, og systematiskt kúgaði tey svørtu og onnur.
Mandela upplivdi tíbetur, at apartheidstýrið í Suðurafrika fall, og at landið varð skipað sum eitt fólkaræði, har hann varð valdur sum landsins fyrsti demokratiskt valdi forseti.
Í Ramallah á Vestara Áarbakka í Palestina er ein stór standmynd av Nelson Mandela, sum er 20 metrar høg. Suðurafrikanski býurin Johannesburg hevur latið palestinum standmyndina í gávu.
Mandela var, sum forseti í Suðurafrika, ein stórur stuðul hjá palestinska fólkinum. Í 1997 segði hann, at “Vit vita alt ov væl, at okkara frælsi”, tvs. tað suðurafrikanska, “er ófullfíggjað so leingið palestinar ikki hava frælsi.”
Men palestinar eru ikki frælsir enn. Og langt burtur frá!
Tað var í 2014, at eg serliga gjørdist varugur við órættin, sum palestinar uppliva. Tá sundurbumbaði Ísrael Gasageiran. Áleið 2.250 palestinar vórðu dripnir, harav mett verður, at áleið 65 prosent av teimum vóru sivil. Harafturat vóru áleið 10.500 palestinar særdir.
Í dag verður Gasa aftur bumbað, hesaferð er støðan uppaftur verri, og palestinar eru enn kúgaðir.
Frágreiðingar frá viðurkendum mannarættindafelagsskapum sum Human Rights Watch og Amnesty International og eisini ísraelsku mannarættindafelagsskapunum B’Tselem og Yesh Din lýsa Ísrael sum eitt apartheidstýrið. Tað vil siga eitt stýrið, sum skipað kúgar palestinska fólkið, sum býr í Gasa, Vestara Áarbakka og í Ísrael. Apartheid, sum Nelson Mandela kendi alt til.
Yvirgangsálopið hjá Hamas hin 7. oktobur var ræðuligt. Stórur partur av teimum, ið vóru myrd, løstaði og tikin til gísla vóru sivil fólk. Ísraelska álopið er tó eisini ræðuligt. Stórur partur av teimum, ið verða myrd, løstað og noyðast at flýggja úr egnum heimi eru sivil fólk.
Í hesum tíðum krevst av okkum, at vit bæði vísa ísraelum og jødum samkenslu, og at vit vísa palestinum samkenslu. Vit mugu rúma bæði samkenslu og tala at, tá órættur verður framdur.
Stórur partur av heimsins londum atkvøddu fyrr í vikuni á ST aðalfundi fyri humaniterari vápnahvíld í Gasa og at gíslarnir verða leyslatnir. 153 lond atkvøddu fyri vápnahvíld, 23 lond atkvøddu ikki og 10 lond atkvøddu ímóti vápnahvíld, m.a. USA. Føroyar sum eitt danskt heimastýri hevur ikki atkvøðurøtt í ST.
Atkvøðugreiðslan er ikki bindandi, men hon vísir, at heimsins lond ynskja eina humanitera vápnahvíld. Trýstið økist á Ísrael.
Løgmaður tók frástøðu frá yvirgangsálopinum hjá Hamas dagin eftir álopið – og tað var sjálvsagt rætt at gera.
Løgmaður eigur, eftir míni hugsan, eisini alment at taka frástøðu frá ógvusligu ísraelsku álopunum á Gasa.
Tað er ikki at verja seg at drepa 18.700 fólk og at løsta 50.000 fólk. Fólk í Gasa mangla vatn, mat, heilivág, brennievni, og sjúkrahúsverkið er um at bróta saman. Og vit kunnu bert ímynda okkum sálarstøðuna hjá fólki í Gasageiranum.
Størsti parturin av teimum dripnu og løstaðu eru ósek sivil fólk. Tey hava onki annað gjørt enn at búgva í Gasa, teirra heimstaði.
Eisini á Vestara Áarbakka er ísraelski harðskapurin vorðin ógvusligari, og síðani 7. oktobur eru 291 palestinar dripnir. Á Vestara Áarbakka eru ísraelskar búsetingar øktar í stórum tali seinnu árini. Hesar búsetingar hava heimsins lond gjøgnum ST ferð aftaná ferð fordømt og víst á, at tær eru ólógligar.
Ísraelska stjórnin, sum nú er, er hin mest harðrenda og høgravenda í søgu Ísraels, og í stjórnini sita politiskir flokkar, sum eru beinleiðis fasistiskir og rasistiskir.
Túsundtals børn eru dripin í Gasa síðani 7. oktobur og ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, hevur víst á, at Gasa er vorðin ein kirkjugarður fyri børn.
1,9 milliónir fólk eru rikin burtur úr egnum heimi. Har er ongastaðni trygt at goyma seg í Gasa. Íbúgvarnir í Gasa eru flóttafólk í egnum landi. Rikin úr heimi sínum. Bumbaði úr heimi sínum.
Hamas eru nakrir fundamentalistiskir búrkroppar, og Hamas goymir seg millum tey sivilu ella undir teimum sivilu í undirjarðartunlum. Kortini ber tað ikki til at bumba seg til frið. Ísrael fær ongan frið við at bumba Gasa sundur og saman.
Ísrael elur fram framtíðarinnar yvirgangsmenn við sínum álopum á Gasa, áhaldandi búsetingum á Vestara Áarbakka og áhaldandi apartheidskipan.
Tað er sum ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, hevur víst á: tað var eitt ræðuligt álop Hamas framdi – og hann tók fullkomna frástøðu frá yvirgangsálopinum – men hann vísti samstundis á, at tað ikki kom burturúr ongum. “Tað hendi ikki í einum vakuum”, sum hann tók til.
Hann setti tað í ein samanhang og vísti á, at palestinar hava verið undir herseting og kúgan í nógv harrans ár.
Og so vísti hann á, at sorgin hjá palestinum ikki kann rættvísgera álopið hjá Hamas hin 7. oktobur, men álopið hjá Hamas kann heldur ikki rættvísgera, at Ísrael kollektivt revsar tað palestinska fólkið.
Tað er bert eitt land, sum veruliga kann leggja trýst á Ísrael, og tað er USA.
Biden og stjórn hansara hava eisini ábyrgd av hvørjum dripnum palestina, so leingi USA stuðlar Ísrael hernaðarliga og fíggjarliga og atkvøður ímóti vápnahvíld og nýtir sín vetorætt í ST-trygdarráðnum.
Tað undirgrevur stríðið hjá demokratiska vesturheiminum at steðga russisku innrásini í Ukraina, har Russland drepur túsundatals av ukrainum, samstundis sum USA góðtekur, at Ísrael drepur menniskju í túsundatali í Gasa.
Tað gerst enn einaferð týðuligt fyri heimsins lond og heimsins fólk, at tað er munur á fólki. Tað vísir seg, at altjóða lóg og mannarættindi í praksis bert eru galdandi fyri summi.
Heimurin má krevja, at ísraelsku álopini steðga, og at gíslarnir, sum Hamas hevur, verða leysgivnir. Neyðugt er við varandi vápnahvíld, neyðugt er við friði.
Síðani má heimurin krevja, at ísraelsku búsetingarnar á Vestara Áarbakka steðga og verða tiknar aftur, at ísraelska hersetingin steðgar, og at palestinar fáa sín egna stat. Tað tykist fullkomiliga ómøguligt í løtuni, men palestinar hava rætt til og tørv á sínum egna stati. Broyting er møgulig – tað vísir søgan okkum.
Eg fari at enda við einari reglu úr yrking hjá Jóanesi Nielsen. Yrkingin eitur “skrímsl” og er í yrkingasavninum “rakkaljóð” frá 2020. Eg haldi, at tað býr so nógv vón í hesi reglu.
“æri vangskegguta rabbinaran sum sær ein bróður í heimleysa palestinensaranum” (s. 84)
Frælst Palestina! Takk fyri meg.