Kyndilsmessuteitið í Losjuni í Gøtu

- Ætlanin er at byrja við einum braki og enda við einum braki, sigur Magni Poulsen, annar av fyriskiparunum

Undirhald

Gøta: Sunnukvøldið kl. 20 verður Kyndilsmessuteitið framført í Losjuni í Gøtu.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Losjan í Gøtu skipar fyri. Teir, sum taka sær av at fyrireika tiltakið hesaferð, eru Magni Poulsen og Áslakkur Nesá.
Magni hevur í mong ár verið ein av fyriskiparunum av teitinum, og saman við Áslakki er hann eisini ein av teimum, ið tekur sær av undirhaldinum.
Ætlanin er at framføra Kyndilsmessuteitið einar 4-5 ferðir, helst bara 4 ferðir, tí sum Magni Poulsen tekur til:
- Vit vilja heldur byrja við einum braki og enda við einum braki, so teitið ikki gerst útvatnað.
Hann vísir á, at Kyndilsmessuteitið fevnir um lokalt skemt, almenna vitan og sang.
Fyrsta framførslan verður nú sunnukvøldið kl. 20, og ætlanin er at hava eina sýning
aftrat mikukvøldið komandi.
- Síðan er ikki heilt greitt, nær hinar sýningarnar verða, men kunngjørt verður um tað seinni, sigur Magni Poulsen.
Kyndilsmessa er, 2. februar.