Neistin - Kyndil 26-27 (13-12)
Neistamenn vóru ósigraðir í Okkaradeildini undan grannauppgerðina móti Kyndli. Dysturin gjørdist sum vera mann sera tættur og stórt stríð var um hvønn bólt.
Neistin hevði hug at vera á odda meginpartin av dystinum, men seinastu tíggju minuttirnar eydnaðist betri hjá Kyndli. Smálutirnir koppaðu til Kyndils móti endanum av dystinum, og at enda vunnu teir 26-27 á oddaliðnum.
Málskjúttarn hjá Neistanum
Rasmus Søby 6, Torkil Hentze 4, Høgni Zachariassen 4, Tróndur Kragesteen 3, Pætur Mikkjalson 2, Pál Niclassen 2, Karl Martin Olsen 2, Dánjal Ragnarsson 1, Jónsvein Dulavík 1, Rune Olsen 1
Málskjúttar hjá Kyndli
Høgni K. Olsen 5, Rógvi Dal-Christiansen 5, Tróndur Wardum 4, Jóni G. Viderø 4, David Edvardsen 4, Ólavur av F. Mittún 2, Bartal K. Olsen 1, Magnus K. Djurhuus 1
H71 - StÍF 32-18 (17-10)
Bæði H71 og StÍF høvdu havt stór sveiggj í sínum avrikum teir fyrstu dystirnar. Tí var stórur spenningur um hvussu liðini fóru at avrika í dag, og tað vísti seg skjótt at H71 hevði tað væl betri avrikið.
Tí gjørdist talan eisini um greiðan stórsigur á 32-18 til føroyameistararnir úr H71 eftir ein dyst, har StÍF ongantíð veruliga fekk hótt teir.
Vit hava tíverri ikki málskjúttarnar í skrivandi løtu.










