Kyndilsmenn vunnu aftur ímóti Neistanum

Tríggir dystir eru spældir í FTZ-deildini í kvøld

Fult umfar hevur verið í FTZ-deildini hetta mikukvøldið. Í høllini á Hálsi brustu mansliðini hjá Kyndli og Neistanum saman, Team Klaksvík tók ímóti H71 í Badmintonhøllini í Klaksvík og á Strondum var dystur ímillum StÍF og VÍF.

 

Grannabrakið ímillum Neistan og Kyndil var sera spennandi. Liðini fylgdust fullkomiliga á máltalvuni í fyrra hálvleiki, og sostatt var hálvleiksstøðan javnleikur 13-13. Fyri kyndilsmenn var tað ein smeitur, at ein av stóru profilunum, danski David Edvardsen, fór út við skaða tíðliga í dystinum.

 

Í seinna hálvleiki var eisini javnt, men Kyndil streyk avstað við sigrinum at enda. Endaliga úrslitið gjørdist 26-24 til Kyndil. Hetta er aðru ferð, at høvuðsstaðarfeløgini hittast hetta kappingarárið. Hin 28. september vann Kyndil 26-22 ímóti Neistanum.

 

Norski bakspælarin hjá Neistanum, Christopher Moe, fekk reytt kort í seinna hálvleiki fyri hevnisøku.

 

Í Klaksvík vann H71 favorittsigur ímóti Team Klaksvík. Dysturin var longu avgjørdur í hálvleikinum, tá ið H71 var á odda 16-6.

 

Mest óvæntaða úrslitið hetta umfarið var á Skála, har StÍF vann sín annan dyst á rað hetta kappingarárið - enntá ímóti føroyameistaraliðnum úr Vestmanna, VÍF. Sigurin var rættiliga trivaligur eisini. StÍF vann 29-24 eftir hálvleiksstøðuna 17-10.

 

Støðan í FTZ-deildini sæst niðanfyri. Øll liðini hava spælt átta dystir, uttan KÍF, ið hevur spælt seks dystir.

 

1. H71 12 stig

2. VÍF 10 stig

3. Kyndil 10 stig

4. KÍF 8 stig

5. Neistin 8 stig

6. StÍF 5 stig

7. Team Klaksvík 1 stig

 

Neistin-Kyndil 24-26 (13-13)

 

Neistin: Andras Joensen 6, Rói Berg Hansen 5, Christopher L. Moe 3, Teis Horn Rasmussen 3, Frank Askildsen 2, Torkil Hentze 2, John í Innistovu 2 og Pætur Mikkjalsson 1.

 

Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Josef Abrahamsen 6, Tummas Pauli Hanusarson 4, Bartal Klein Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 2, Torvald Abrahamsen 2 og Kristoffur Kristoffersen 2.

 

Team Klaksvík-H71 22-29 (6-16)

 

Team Klaksvík: Henrik Justesen 6, Finnur Hansson 6, Jacob Knudsen 2, Beinir Johannesen 2, Jens Pauli Mohr 2, Birgir Poulsen 1, Hanus Norðberg 1, Vilhelm Vilhelmsen 1 og Andrias Ellingsgaard 1.

 

H71: Jónas Djurhuus 7, Dánjal Tórgarð 6, Pætur Thomsen 3, Helgi Hoydal 3, Andor Sivertsen 2, Peter Krogh 2, Niklas Hanusarson 2, Sigmundur Nolsø 2, Hans Kári Hansen 1 og Tróndur Arge 1.

 

StÍF-VÍF 29-24 (17-10)

 

StÍF: Fríði Djurhuus 6, Sveinur Justinussen 6, Pætur Johansen 6, Jógvan Gregersen 4, Allan Norðberg 4, Teitur Nielsen 1, Borgar M. Persson 1 og Ólavur Joensen 1.

 

VÍF: Hanus Christophersen 6, Filip Jojic 6, Julian Olsen 4, Bjarti Hansen 3, Jugoslav Djumic 2, Sjúrður Olsen 1, Rúni Joensen 1 og Andrias Eriksen 1.