Kyndilsmenn taptu aftur

Kyndil tapti í kvøld fyri triðju ferð upp í slag

Kyndil hevur einki stig eftir tríggjar teir fyrstu dystirnar í nýggja kappingarárinum. Teir taptu í kvøld 30-24 fyri StÍF á Skála.

 

Í hálvleikinum var støðan 19-16 til heimaliðið. Fyri StÍF skutu tríggir fimm mál. Teir vóru Fríði R. Djurhuus, Pætur Johansen og Jógvan G. Joensen. Fyri Kyndil var Hjalti Mohr Jacobsen toppskjútti við átta málum.

 

Hetta eru fyrstu stigini hjá strandingum í FTZ deildini, meðan Kyndil framvegis einki stig hevur.

 

Støðan í bestu kappingini hjá monnum, FTZ deildini, er nú:

 

 

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

H71

2

52

38

14

4

2

VÍF

2

58

47

11

4

3

KÍF

1

22

16

6

2

4

StÍF

3

78

76

2

2

5

Neistin

2

48

52

-4

2

6

Team Klaksvík

1

21

31

-10

0

7

Kyndil

3

65

84

-19

0