Kyndilsliðini hittast ikki

Besta Kyndils-liðið skal í hálvfinaluni spæla móti StÍF, meðan teir næst bestu skulu royna seg móti VÍF

Í Kyndli høvdu tey uttan iva vónað, at tað skuldi bera til at vissa sær finalusessin longu nú. Hetta um tey bæði liðini skuldu brostið saman í hálvfinaluni.
Lutakastið lagaði tað nevnliga so, at StÍF fær heimadyst í fyrru hálvfinaluni, sum verður móti besta Kyndils-liðnum.
Hin hálvfinalan er so millum Kyhndil II og VÍF. Og á pappírinum líkist tað í øllum førum einum dysti, sum vestmenningarnir ikki eiga at fáa stórvegis trupulleikar av.