Kyndil 2 - H71 22-38 (15-17)
Fyrsti dysturin í Faxe Kondi-kappingini hjá monnum var leiktur í kvøld. Dysturin var millum Kyndil 2 og H71. Kyndil 2 prógvaði seg í desember sum besta eykaliðið, og spælir tí bólkaspælinum í steypakappingini.
Kyndil 2 var eisini mannað við fyrrverandi stórleikarum sum eitt nú Hans Àka Dal Christiansen, Janus Einar Sørensen og Jósef Abrahamsen, fyri at nevna nakrar, men liðið var eisini nakað skert, við at eitt nú Bárður Johannesen og Julian Johansen ikki vóru við.
Og gomlu kyndilshetjurnar løgdu sera væl út. H71 royndi at trýsta leikferðina upp, men Kyndil megnaði at stýra henni rættiliga væl, samstundis sum kyndilsmenn høvdu stóra góðsku í skotunum.
Kyndil lá eisini á odda við einum máli ein góðan part av fyrra hálvleiki, men stutt fyri hálvleik slapp H71 tvey mál fram um til støðuna 15-17.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað eisini verjuni hjá H71 at seta propp fyri kyndilsálopinum. Tí komu eisini nógvir skjótálopsmøguleikar, og stut inni í seinna hálvleiki var dysturin avgjørdur. Munurin vaks í hvørjum og at enda hevði H71 vunnið 22-38.
Málskjúttar hjá Kyndli
Hans Áki Dal Christiansen 9, Josef Abrahamsen 6, Janus E. B. Sørensen 2, Sakaris L. Súnason 2, Rani Ellingsgaard 2, Bjarni Sørensen 1,
Málskjúttar hjá H71
Pætur Thomsen 8, Peter Krogh 7, Vilhelm Poulsen 5, Boas Heinesen 3, Rúni V. Højgaard 3, Leivur Mortensen 3, Bergur Ákason 2, Andrias F. Gaard 2, Sigmundur Dahl 2, Brandur Halgirsson 2, Poul Símun í Garði 1