Kyndilskvinnur vunnu 21-18 á Neistanum í aðru FM-finaluni uppi á Hálsi í Havn í kvøld, og tað merkir, at talan verður um eina triðju FM-finalu í morgin, sunnudagin klokkan 14.30.
Kyndil varð á odda 11-8 í steðginum.
Neistin hevur annars vunnið á Kyndli fýra ferðir í grundspælinum, tvær ferðir í steypakappingini, umframt ta fyrstu hálvfinaluna. Men áttanda royndin gjørdist eydnan hjá Kyndli.
Neistin vann fyrstu FM-finaluna við 27-21.










