Kyndilskvinnur leysar av botninum

Kyndil-VÍF 30-27 (18-15)

VÍF-kvinnurnar eru í tungum sjógvi. Skuldu tær fáa samband við hini botnliðini, so var kravið ein sigur í kvøld, men hesin var ongan tíð heilt nær.

Kyndil vann seg tíðliga í dystinum nakað væl framum, og tó at vestmannakvinnurnar stríddust, so megnaðu tær ongan tíð av álvara at skapa spenning aftur.

Hjá Kyndli var Randi Wardum besti málskjútti við 8 málum. Ioana Rápa og Liljan Durhuus skutu 7 mál hvør fyri VÍF.