Kyndil vil enda kappingarárið væl

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr David Edvardsen taka samanum sigurin ímóti VÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við David Edvardsen, sum skeyt seks mál fyri Kyndil, tá kyndilsmenn vunnu 34-30 (17-17) á VÍF í Vestmanna í kvøld.

 

Møguleikin hjá Kyndli at vinna seg í FM finaluna er rættiliga marginalur, og David Edvardsen vil ikki gera nógv burturúr møguleikanum. Hann slær tó fast, at Kyndil ætlar at enda kappingarárið væl við nøkrum sigrum í teimum seinastu dystunum, og so mugu teir síggja hvussu langt tað røkkur.

 

David Edvardsen heldur, at Kyndil hevði góðar løtur í dystinum ímóti VÍF í kvøld, men eisini løtur har teir fullu í støði. Hann heldur tó, at Kyndil fekk skil á verjuni í seinna hálvleiki, og samstundis brendi VÍF eisini nógv í mótálopunum, og var tað eisini avgerandi fyri gongdina í dystinum.

 

Støðan í FTZ deildini : 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H712259848311537
2VÍF226275844328
3KÍF214924514126
4Kyndil225945365825
5StÍF21555559-420
6Neistin21503534-3114
7Team Klaksvík21479701-2220