Kyndil-VÍF 15-34 (8-14)
Hondbóltur
Líkt er til, at kvinnuliðið hjá Kyndli er í svárari kreppu í løtuni.
Liðið, sum seinnu árini hevur havt fast pláss á føroysku hondbóltstindunum tapti aftur sunnudagin, og VÍf fór ikki fram við mýkindum, tá tær fingu møguleikan at vinna stórsigur.
Fóru niður við høvdinum
Fyrstu løtuna var annars ikki nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran uppvísingardyst hjá gestunum.
Kyndil fekk beinan vegin fatur á í verjupartinum, og hóast tað onkuntíð tóktist tungt í álopspartinum, so megnaðu tær so nøkunlunda at fylgja við í málskjótingini.
Tað tóktist tó, sum um tað bert var ein spurningur um tíð, fyrr enn kreftirnar hjá heimaliðnum fóru at ganga undan, og hetta hendi eisini, tá fyrri hálvleikur var farin at halla.
Seinastu løtuna undan steðginum øktu vestmannagenturnar úr 7-6 upp í 14-8, og tá Kyndil so bert fekk eitt mál fyrsta korterið av seinna hálvleiki var lagt upp til ein ordiligan umgang.
Endaliga støðan gjørdist, at 19 mál vóru á muni, og tað man í øllum førum vera langt síðani, at Kyndil hevur tapt somikið dyggiliga.
Tað tóktist tó ongantíð, sum um kyndilskvinnurnar vildu gera nakað serliga fyri at forða stórtapinum.
Gaman í høvdu tær vææl fatur á fyrstu løtuna, men tá tær so mistu takið, fóru tær eisini niður við høvdinum. Stríðsviljin, sum ofta hevur havt so nógv at siga á liðnum var at kalla burtur, og tí slapp VÍF rættiliga at hóreiggja sær.
Við fullari ferð
Fyri VÍF tykist sigurin bert at vera enn eitt fet á leiðini móti gullmerkjunum, sum tær í løtuni er greiðir favorittar at vinna, tó at Stjørnan helst eisini ætlar sær at siga okkurt orðið her.
Spælið hjá VÍF tykist í øllum førum at gerast betri fyri hvønn dyst, sum gongur. Verjan riggar væl, eins og álopsparturin kanska er hin sterkasti í landinum. Serstakliga eru tað mongu skjótálpini, sum gera sítt til, at mótstøðuliðini verða koyrd niður. Bæði kropsliga og sálarliga, men yvirhøvur tykist talan at vera um eina væl virkandi heild, sum tað verður sera torført hjá hinum liðunum at basa.
Komandi vikuskiftið verður helst avgjørt, hvat av teimum báðum oddaliðunum skal halda vetrarfrí á fremsta plássinum. Tá kemur Stjørnan til Vestmanna, og lítið er at ivast í, at tað her verður talan um ein sannan toppdyst við øllum tí, sum har til hoyrir.
Torført at gera nakað við
Fyri Kyndil var talan um triðja tap á rað, og felags fyri hesi er, at talan í øllum førum hevur verið um greið tap.
Tað byrjar at likjast eini sannari kreppu, og venjarin hjá kyndilskvinnunum, Birgir Hansen, vil heldur ikki avsannað, at so er.
- Kreppa er kanska eitt heldur sterkt orð at býta, men tað er greitt, at trý tap av hasum slagnum ávirka leikararnar, heldur hann.
- Vit hava eisini havt sera vánaligar umstøður seinastu tíðina. Skaðar hava gjørt sítt, og heldur ikki hava allar fingið vant við fullari ferð, tí forðingar av ymsum slag hava stungið seg upp. Tá man so samstundis spælir móti teimum trimum fremstu liðunum, so kann tað nærum ikki verða øðrvísi.
Hvussu Kyndil kann úr aftur kreppuni, hevur venjarin sum so onga beinleiðis uppskrift upp á.
- Kanska er tað gott hjá okkum, at vetrarfrítíðin nú fer at nærkast. Tá fáa vit so eitt sindur av hvíld, og tað hava leikararnir helst gott av.
- Áðrenn hetta hava vit tó nakrar dystir at avgreiða, og ikki minst hevur tað stóran týdning, at vit vinna fjórðingsfinaluna í steypakappingini, har vit skulu hitta Neistan.
Umframt fjórðingsfinaluna, skal Kyndil eisini royna seg móti Neistanum og Tjaldri í landskappingini, og einki er at taka seg aftur í, at hesir dystir skulu vinnast, um Kyndil ætlar sær at hanga í hinum liðunum. Lætt verður tað undir ongum umstøðum, og serliga man tað vera sálarliga, at kyndilsliðið skal reisa seg.
Um tær megna hetta, er tað tó bert tíðin, sum kann vísa.
Dytsturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Signhild Petersen 4, Jórun Ludvig 4, Jensia Petersen 3, Brynhild Klein 2, Ann Hansen 1, Anita Kjærbo 1
VÍF: Sóleyð Mikkelsen 9(5), Nicoleta Radu 7, Ioana Rapa 6, Fríða Marjunardóttir 5, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Johanna Høgnesen 2, Randi Kúrberg 1
Brotskøst: VÍF 5
Útvísingar: Kyndil 3, VÍF 1
Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Tað hevði verið ynskiligt, um teir revsaðu harðari, tá spælarar verða dømdir fyri at halda.