Tað gekk soleiðis, sum støðutalvan boðaði frá, at tað fór at gera, tá ið kvinnurnar hjá Kyndli seinnapartin í gjár høvdu vitjan av VB. Kyndil telist millum liðini, sum kappast um tey bæði finaluplássini, meðan VB er millum tey niðaru liðini í Hvonn deildini.
Eftir 1. hálvleik var tað tó einki, sum bendi á, at talan skuldi verða um so trivaligan sigur. Tá ið tær fóru at hvíla seg, vísti máltalvan 11-9.
Stóri spælarin hjá Kyndli var toppskjúttin Anna Brimnes, sum skoraði 12 mál. Turið Arge Samuelsen skoraði 5 ferðir.
Hjá VB vóru Gurið K. Mortensen og Rúna M. Jacobsen toppskjúttar. Tær skoraðu báðar fimm ferðir.