At samanlagda liðið hjá GÍ og Tjaldrinum fer at fáa tað trupult í ár, fingu tey, sum sóu dystin móti Kyndli í høllini á Hálsi mikukvøldið, váttað.
Hetta var ein av teimum dystunum, har tað ongantíð var ivi um, hvør fór at vinna. Spenningurin fór úr dystinum longu í fyrra hálvleiki, tá Kyndil fekk 11 mál, meðan GÍ/Tjaldrið fekk fýra.
Tá tíggju minuttir vóru spældir, var støðan 4-2 til heimaliðið, men tíggju minuttir seinni vísti máltalvan 9-2, áðrenn liðini fingu tvey mál afturat í part áðrenn steðgin.
Í seinna hálvleiki skeyt Kyndil fimm mál fyrstu átta minuttirnar, uttan at GÍ/Tjaldrið megnaði at skora. Nú var 16-4, og eitt veruligt sorl lá í luftini. 16-4 bleiv til 22-7 og 28-10, og tá dysturin var liðugur, var støðan 31-14 til Kyndil.
Sum úrslitið eisini sigur, var stórur munur á liðunum mikukvøldið. Kyndil spældi ikki væl í byrjanini av dystinum, men so skjótt tað kom eitt sindur av skili á, høvdu føroyameistararnir ongar trupulleikar av at draga longri og longri frá eysturoyarliðnum, og at enda vunnu tær størsta sigur, nakað lið hevur vunnið í bestu deildini hjá kvinnunum.
Kanska eitt tekin um, at tey betru liðini eru um at koma í venjing, og at munurin verður størri. GÍ/Tjaldrið hevur nú tapt fimm ferðir á rað síðani sigurin á VB tann 31. oktober. Teir fimm ósigrarnir hava allir verið rímiliga stórir, og liðið er í løtuni ringast fyri av teimum sjey, sum eru í deildini. Tað gongur sera illa við at fáa spælið at glíða, og tá spælarar hava trupult við at lofta, stendur illa til. Nógvir dystir eru enn eftir at spæla, men tað er longu nú greitt, at tað skal henda okkurt álvarsamt, um felagsliðið í Eysturoynni ikki skal enda niðast í deildini.
Sum nú er er GÍ/Tjaldrið ájavnt í stigum við VB, men VB-kvinnurnar tykjast vera væl betur fyri enn GÍ/Tjaldrið í løtuni.










