Kyndil vann sannførandi sigur

Kyndil vann í dag sannførandi sigur í grannauppgerðin í Atlantic Airways kappingini ímóti Neistanum.

 

Kyndil vann 29-22. Støðan í stegðinum var 11-7. Eitt skiftið í seinna hálvleiki var Kyndil á odda 23-12.

 

Kyndil er nú komið uppá 21 stig, og hava teir grønu sostatt hildið lív í FM-finalu vónini.