Kyndil vann fyrstu finaluna

Beinleiðis frásøgn: Her ber til at fylgja FM-finaluni í hondbólti hjá kvinnum beinleiðis

Tað er í kvøld at fyrstu FM-finalurnar í hondbólti vera leiktar. Klokkan 18:00 spæla kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum fyrstu FM-finaluna í høllini á Hálsi, meðan menninir hjá VÍF og H71 klokkan 20:00 spæla FM-finalu í Vestmanna.

 

Til ber at fylgja finalunum beinleiðis við teksti á in.fo.

 

Kyndil – Neistin 26-22 (12-10) (60 minuttir)

Málskjúttar Kyndil: Anna Brimnes 9 mál, Turið Arge 8 mál, Bára K. Hansen 3 mál, Birita Mortansdóttir 2 mál, Gudrun Restorff 2 mál, Súna K. Hansen 1 mál, Bjarta Johansen 1 mál.

Málskjúttar Neistin: Ása Dam á Neystabø 5 mál, Birita Ingolfsdóttir 5 mál, Marjun F. Danberg 4 mál, Eir Berg 4 mál, Lilja Mohr 2 mál, Brynja Høj 1 mál, Bára Hansen 1 mál.

 

60 minuttir: So er fyrsta FM-finalan liðug, og tað er Kyndil, sum hevur bestu kortini á hondini. Talan var um serstakliga spennandi dyst, sum Kyndilskvinnur at enda vunnu greitt við 26-22. Tað var eisini Kyndil sum legði nógv best út, men Neistin kom væl afturíaftur í fyrra hálvleiki. Ímóti endanum av fyrra hálvleiki og fyrst í seinna hálvleiki dró Kyndil tó frá, og tá samanumkom var talan um uppibornan sigur til Kyndilskvinnur. Serliga Turið Arge Samuelsen á liðnum hjá Kyndli var eyðsýnd og gekk á odda.

 

59 minuttir: Tað er eingin ivi um at Kyndil fer at vinna fyrstu FM-finaluna. Tær føra nú 25-21, nú tað bert restar eitt sindur meir enn ein minuttur. 

 

56 minuttir: Nú hevur Kyndil hug at draga frá aftur. Tær eru nú á odda við trimum málum, og samstundis hevur Neistin fingið eina útvísing, soleiðis at tær komandi tveir minuttirnar spæla við einum í undirtali. Tað luktar av einum sigri til Kyndil. 22-19 til Kyndil.

 

53 minuttir: Tað er framvegis stórur spenningur í dystinum, har Neistin ikki vil geva skarvin yvir. Tær blíva við at minka um munin, og í løtuni er støðan 20-18 til Kyndil, har als einki er avgjørt enn. Serliga Eir Berg á liðnum hjá Neistanum er eyðsýnd.

 

48 minuttir: Serliga er tað Turið Arge Samuelsen, ið er eyðsýnd á liðnum hjá Kyndli. Fyri løtu síðani fekk hon aftur mál, tá hon plaseraði bóltin í málið frá vonginum. Tað er Kyndil, ið er omaná enn.

 

43 minuttir: Maja í Kyndilsmálinum stendur væl, og Kyndil dregur frá í høllini á Hálsi. Nú eru tær á odda við fýra málum, soleiðis at støðan er 17-13 til Kyndil.

 

39 minuttir: Enn er tað Kyndil, ið er omaná í høllini á Hálsi. Nú er støðan 15-12 til Kyndil. 

 

33 minuttir: Seinni hálvleikur er eisini byrjaður í høgum tempo, har tað er skjótt millum álopini. Higartil hava liðini fingið eitt mál í part, soleiðis at støðan er 13-11 til Kyndil.

 

30 minuttir: So er hálvleikur í høllini á Hálsi, og talan er um serstakliga spennandi finalu. Dysturin bylgjar skjótt aftur og fram. Kyndil legði hart út og førdi við nógvum málum, men síðani fótaði Neistin sær og legði seg á odda. Seinastu løtuna er Kyndil tó drigið frá aftur, og føra tær í hálvleikinum 12-10.

 

28 minuttir: Tað verður spælt í einum øgiligum tempo í høllini á Hálsi, og tað bylgjar skjótt hvønn vegin. Nú er tað Kyndil sum hevur lagt seg á odda aftur, støðan er nú 11-10 til Kyndil. Serliga er tað skjótálopini hjá Turið Arge sum eru farin at rigga væl hjá Kyndli.

 

25 minuttir: Nú er sum vent í holuni í høllini á Hálsi, tí nú er tað Neistin sum er omaná. Marjun Falkvard Danberg leggur við brotskasti Neistan á odda 10-8.

 

22 minuttir: Talan er um sera intensa og spennandi finalu. Kyndil legði út sum eitt ódnarveður og førdi 5-0 eftir fyrstu løtuna, men síðani hevur Neistin fótað sær av álvara. Nú er støðan 7-7 í høllini á Hálsi!

 

17 minuttir: Seinastu løtuna hevur Neistin fingið skil uppá verjupartin, meðan álopsparturin eisini koyrir betur. Nú er tað Kyndil sum hevur trupulleikar av at fáa mál, og er støðan tí 7-4 til Kyndil.

 

12 minuttir: Neistakvinnur eru komnar betur við í dystin, men tað er enn Kyndil, ið er greitt omaná. Nú er støðan 7-2 til Kyndil.

 

8 minuttir: Eftir átta minuttir hevur Neistin fingið fyrsta málið í dystinum. Tað er Lilja Mohr, sum hevur minkað um munin til 5-1.

 

7 minuttir: Kyndil er komið flúgvandi frá byrjan í FM-finalunum, meðan Neistin als ikki er komið í gongd enn. Eftir sjey minuttir er støðan 5-0 til Kyndil.

 

3 minuttir: Tað eru Kyndilskvinnur, ið hava fingið tí betru byrjanina uppá fyrstu FM-finaluna. Tær føra 2-0 eftir fyrstu løtuna.