Burtursæð frá einari løtu í 1. hálvleiki, tá ið VB vendi 6-3 Kyndla leiðslu til 7-6 VB leiðslu, so var tað heimaliðið, ið var á odda, tá ið kvinnurnar hjá Kyndli seinnapartin vunnu 28-21 á VB. Í hálvleikinum var Kyndil frammanfyri 15-11. Kyndil var fyri frammanfyri 20-17, tá ið tað restaðu ellivu minuttir. Síðstu tíggju minuttirnar skoraði VB fýra mál, meðan Kyndil skoraði átta mál.
Málskjúttar hjá Kyndli vóru Bára K. Hansen (9), Anja Heinadóttir (6), Bjarta O. Johansen (4), Anna Sofía Mohr (3), Jórun Ludvig (3), Anna Brimnes (2) og Ásleyg Sunadóttir (1).
Málskjúttar hjá VB vóru Ingrida Kuodyte (6), Helga Kjærbo (5), Gintare Butkeviciute (4), Rannvá Johannesen (3), Laila Jespersen (2) og Birita Olsen (1).