Kyndil vann í kvøld einsamalla dystin í Atlantic Airways deildini móti Team Klaksvík í Høllini á Hálsi. Úrslitið gjørdist 30-27 til teir grønu úr Hvavn.
Dysturin var sum so ikki serliga væl spældur, og tað var ikki nógv ferð á. Kymdil hevði tamarhald á dystinum, men eina løtu í seinna hálvleiki nærkaðist Team Klaksvík, tá teir vóru seks móti trimum. Leiðslan hjá Kyndli var ongantíð undir trý mál í seinna hálvleiki, og talan er um ein uppibornan sigur.
Fyri Team Klaksvík er 27 mál tað mesta, sum felagið hevur megnað at skorað í hesum kappingarárinum. Tað megnaðu teir eisini móti Neistanum. Í stuttum ein ódramatiskur dystur har Kyndil var omaná, men Team Klaksvík kann fegnast um nógvu málini.
Atlantic Airways deildin:
Kyndil - Team Klaksvík 30-27 (15-10)
Kyndil: Høgni Klein Olsen 5, Andrias Sólsker 5, Finnur Hansson 4, Ludvík Súnason 4, Birgir Poulsen 3, Rógvi D. Christiansen 3, Frank Askildsen 2, Josef Abrahamsen 2, Torvald Abrahamsen 2
Team Klaksvík: Beinur Heðinsson 8, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 7, Dánjal Kjærbo 7, Fríðin Ziskason 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellinggaard 1(Dómaraseðilin gevur Team Klaksvík 28 mál, men teir fingu bara 27)
Støðan.
1. KÍF 17(Stig)
2. VÍF 15
3. H71 12
4. StÍF 9
5. Kyndil 9
6. Neistin 7
7. Team Klaksvík 0