Tað var oddabrak í Hvonndeildini í kvøld, tá ið tað ósigraða oddaliðið, VÍF, var á vitjan hjá Kyndli í høllini á Hálsi í Havn. Talan var um útsettan dyst, sum í novembur varð útsettur vegna veður.
Kyndil legði betur frá landi og var miðskeiðis í fyrra hálvleiki á odda 12-6, men VÍF fekk strítt seg innaftur í hesum málríka fyrra hálvleikinum, sum endaði við, at Kyndil einans var á odda við einum máli, nevniliga 17-16.
Seinni hálvleikur var rímiliga javnur, og VÍF fekk fyrsta gloppið tá ið tær løgdu seg á odda 25-23. Ímóti dystarenda var heimaliðið tó stinnari, og tað endaði við, at Kyndil vann hendan spennandi oddadystin 32-29.
Hetta var sera kærkomin sigur hjá Kyndli, sum nú hevur annað beinið í FM-finaluni. Tær hava vunnið oddasessin frá VÍF, sum í kvøld tapti sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. VÍF hevur tó spælt ein dyst færri.
Tað vóru stórskjúttarnir á liðunum báðum, Anna A. Brimnes hjá Kyndli og Liljan Djurhuus hjá VÍF, sum gingu á odda við málskjótingini. Tær skutu ávikavist níggju og átta mál.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Kyndil | 15 | 432 | 319 | 113 | 26 |
| 2 | VÍF | 14 | 433 | 324 | 109 | 25 |
| 3 | VB | 15 | 402 | 332 | 70 | 20 |
| 4 | Neistin | 15 | 347 | 355 | -8 | 15 |
| 5 | Stjørnan | 14 | 314 | 357 | -43 | 8 |
| 6 | H71 | 15 | 322 | 391 | -69 | 7 |
| 7 | StÍF | 14 | 212 | 384 | -172 | 1 |










