Kyndil-VÍF 31-25 (16-11):
Talan gjørdist ongan tíð um nakran spennandi dyst í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn mikukvøldið. Tá mansliðini hjá Kyndli og VÍF hittast, plagar hetta annars at borga fyri intensiteti og spenningi, men tað var nú hampuliga langt millum snapsirnar mikukvøldið. Ja, somikið langt, sum tað sømir seg einum avhaldsfelag.
Høgni við
Sæð burtur frá fyrstu rótutu 10 minuttunum, har liðini kappaðust um at gera mistøk, so var tað nevnliga Kyndil, sum var greitt omaná. Teir grønu spílaðu seg sum so ongan tíð veruliga út, men fyri tað mest var talan um lítla og onga mótstøðu. Eli Müller í VÍF-málinum hevði hópin av góðum bjargingum, men hetta munaði lítið, tá restin av ilðnum als ikki livdi upp til góða málmansavrikið.
Hjá Kyndli var hugaligt at síggja, at Høgni Klein aftur er at síggja á liðnum. Enn er orkan ikki til hondbólt við fullari ferð í 60 minuttir, men tað var sjónligt, at tað gav meira flog, breidd og djúpd í spælið, at hann nú aftur er tøkur.
Hvussu langt hesin styrkurin røkkur, er kanska ilt at siga, tí tað er als ikki víst, at Høgni verður í Føroyum kappingarárið á tamb. Men tvær hálvfinalur í steypakappingini standa fyri framman, og tað er helst fyrst og fremst í hesum, at Kyndil vil bjargað sær kappingarárið.
Langt til FM-finaluna
Tí í landskappingini er munurin framvegis dekan ov stórur uppeftir. Her hevur Kyndil sjálvandi møguleikan, men tað krevur, at liðið mest sum als ikki missir stig seinasta partin av kappingini.
Her var VÍF nakað nógv betur við undan mikukvøldinum. Og við einum sigri í Havn kundu teir veruliga lagt trýst á Neistan og H71, sum fara at dystast um vikuskiftið. Men skulu vestmenningarnir leggja trýst á, so fer tað krevja avrik, ið eru nakað nógv betri, enn tey vóru tað mikukvøldið.
Fakta um dystin
Kyndil-VÍF 31-25 (16-11)
10 min: 3-3
20 min: 10-7
40 min: 20-12
50 min: 28-20
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 10(6), Janus Einar Sørensen 9, Finnur Hansson 4, Josef Abrahamsen 3, Høgni Klein 3, Hanus Johansen 1, Hjalti M. Jacobsen 1
VÍF: Áki Olsen 5(2), Agnar Joensen 4, Johan P. Høgnesen 4, Niels Andreasen 3, John M. Andreasen 2, Daniel Rapa 2, Regin Joensen 2(1), Rói Lamhauge 1, Rúni Joensen 1, Bjarti Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 6, VÍF 3
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 3