Kyndil tapti í dag 22-15 fyri Femina Vise í Europa Cup fyri kvinnur. Føroysku kvinnurnar manglaðu royndirnar og gjørdu for nógvar feilir. Tað kostaði móti einum liðið, sum Kyndil á einum góðum degi kann geva skarpa ganga.
Fyrru hálvu av fyrra hálvleiki var ongin munur á liðnum. Tey skiftust um at skjóta mál og tað var ikki til at síggja, at annað liðið var bestri. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom tó munurin til sjóndar.
Kyndil megnaði ikki at halda høvdið kalt og gjørdu ov nógvar feilir, meðan belgisku gestirnir revsaðu í skjótálopnum. Sum dysturin gekk sást eisini, at gestirinir høvdu meiri orku og kláraðu at spæla í hægri leikferð.
Tað endaði við, at Femina Vise vann 22-15. Sigurin kundi havt verið nøkur mál størri um ikki Tomma Petersen spældi so væl, sum hon gjørdi í málinum hjá Kyndli. Liðini møtast aftur í morgin.
Kyndil:
Anna Brimnes 6, Randi Wardum 4, Ásleyg Súnadóttir 2, Bára Hansen 1, Anna Sofía Mohr 1, Turið Arge Samuelsen 1