Kyndil stóð ovast

Høgni Klein varð stóri vinnarin á gallakvøldinum, tá hann ferð eftir ferð varð róptur á pallin í HB-húsinum. Og saman við honum gjørdi eisini Kyndil eitt sera gott hál

Gallakvøld

Sum vant, so var lagið í topp, tá hondbólturin skipaði fyri sínum árliga gallakvøldi. Annað árið á rað varð hetta hildið í HB-húsinum í Havn, og annað árið á rað var tað felagið fyri føroyskar hondbóltsdómarar, sum skipaði fyri tiltakinum.
Tað skerst ikki burtur, at tað hjá hondbóltinum er ein serstakur stoltleiki kring gallakvøldið. H71 var í 1999 fyrsta felagið, sum tók stig til slíkt kvøld í Føroyum yvirhøvur, og tó at flestar aðrar ítróttagreinar nú eisini hava líknandi kvøld, so vilja hondbóltsfólk vera við, at teirra kvøld hevur nakað fram um hini.
Og kanska er tað ikki heilt einki um reypið heldur. Longu fyrstu reglurnar av fyrsta sanginum rungaði sangurin um veitsluhølini, og lagið hevði ongan tíð hug at følna tað allar minsta. Við einum væl uppløgdum Hilmar Jan Hansen sum toast-mastara, og framúr klavertónleikinum frá XXX, vóru karmarnir av teimum bestu, og so var bara at fylla hesar út.

Villa á máltindinum
Ikki óvant, so er hæddarpunktið á slíkum veitslum, tá ársins spælarar av ymsum slag verða kosin. Soleiðis var eisini hesa ferð, og varð byrjað við máltindinum. Tíverri mugu vit her á blaðnum taka okkara part av skuldini fyri, at ein villa hevði sníkt seg inn í uppgerðina av hesum. Sambært okkara tølum, so hevði Blagoje Buha hjá Neistanum skotið 132 mál, meðan Høgni Klein hjá Kyndli hevði skotið 125 mál.
At gera slíkt mistak júst við einum Kyndils-manni, sleppur tó ikki ótalað framvið borðinum. Umframt at vinna hópin av meistaraheitum hesi seinastu 50 árini, hevur felagið eisini útmerkað seg við neyvum skrásetingum av mest sum øllum hagtølum. Í dag er tað Annsy Høghamar, sum hevur hesa ábyrgd, og hon var skjót at staðfesta, at Høgni Klein somuleiðis hevði spílað meskarnar 132 ferðir. Eitt mistak, sum tó ikki fær stórvegis avleiðingar, tí fyrireikararnir hava givið til kennar, at Høgni sjálvandi eisini skal fáa sítt steyp fyri avrikið.

Tók kortini sítt
Júst steyp var tó ikki tað, sum Høgni hevði størsta tørvin á hetta kvøldið. Eins og Daiva Toumaita gjørdi hann mest sum bart, tá bestu spælarar skuldu kjósast. Daiva varð - eins og Høgni - toppskjútti. Tey vórðu bæði kosin bestu álopsspælarar í kappingini, og tá tosast skuldi um ársins spælara, vórðu nøvndini á teimum báðum eisini tey seinastu, sum vórðu rópt upp.
Daiva hevur á einum nógv umskipaðum VB-liði verið mest sum einsamalli garanturin fyri, at liðið alla tíðina helt kósina móti heiðursmerkjum, og við ikki færri enn 256 málum í 23 dystum staðfesti hon so ruddiliga týdningin, sum hon hevur fyri liðið. At hon so eisini er ein sera góður verjuspælari ger ikki styrkina minni, og tí mundu tey flestu rokna við, at hon fór at fáa heiðurin.
Hjá monnum hevur Høgni í ár verið tað eyka kryddið, sum hevur eitt sterkt Kyndils-lið seinasta vegin móti oddinum. Ikki minst hevur týdningurin verið sjónligur í teimum dystum, har mest hevur staðið á - eitt nú í teimum báðum finalunum móti VÍF. Og tí var valið av honum kanska heldur ikki so óvæntað. Nakað sum Kyndils-borðini eisini ásannaðu undir gallakvøldinum, har tey byrjaði at rópa navn hansara, so skjótt tað stóð greitt, at hann hvørki gjørdist nummar tvey ella trý.

Steypavinnarar og Kyndils-verjan
Tá tosað var um málverjar hjá kvinnunum, mundi eingin ivi vera um, hvør hevur havt besta kappingarárið. Manuela Stan Jensen hjá Neistanum hevur víst at kalla somu styrki, sum hon gjørdi fyrstu árini í Føroyum, og fram til tað seinasta stóð hon eisini sum stór hóttan móti favorittunum úr Stjørnuni.
Hjá monnunum fall valið enn einaferð á Marian Cirloganescu, sum aftur í ár gjørdist steypavinnari við strandingum. Sterki rumenin hevur yvir drúgt áramál sýnt sína sera stóru styrki, og hóast talan altso ikki gjørdist um heiðursmerki í landskappingini, so kundi stinni málverjin á ongan hátt lastast fyri hetta.
Umframt málverjar, so hava eisini verjuspælarar sína ávirkan, tá forðast skal fyri málum, og her gjørdi Kyndil eitt ordans hál. Hjá kvinnum fall valið á Jórun S. Ludvig, sum nú aftur er at finna í barndómsfelagnum. Og hjá monnum vórðu tveir spælarar - báðir úr Kyndli - róptir á pallin. Teir báðir vóru Marius Joensen og Hans Áki Dal-Christiansen, sum báðiðr áttu ein týðandi leiklut í sterku og offensivu Kyndils-verjuni, sum var ein av hornasteinunum í gulljagstranini.

Gamlar kempur og stjørnuskot
Eisini hjá venjarunum gjørdi Kyndil eitt hampuliga gott hál. Hjá monnum stóð á jøvnum millum Hannis Wardum og Kára Nielsen. Og tó at Hannis í ár - fram til triðja seinasta umfarið - vandi hoyvíkingar, so munnu tey í Kyndli kenna seg eiga eitt stórt partabræv í honum. Ikki minst, tá hann eisini slapp á vøllin seinasta finaludystin at skjóta brotskast fyri Kyndil. Og í Kára Nielsen tykist felagið av álvara at hava funnið ein mann, sum ótroyttiliga altíð strembar eftir tí besta - og ongum øðrum.
Hjá kvinnunum fall valið her á Inga Olsen, sum við góðum úrslitum hevur vant Neistaliðið.
Tað kendist púrasta nostalgiskt, nú tríggjar »gamlar« kempur stóðu á pallinum, men teir vórðu tó skjótt avloystir av yngri kreftum. Tí stjørnuskot skuldu eisini finnast. Tey bæði gjørdust Louisa Andreasen úr Stjørnuni og Regin Joensen úr VÍF. Hóast Louisa framvegis má sita í skugganum av Joan M. Djordjevic, so er fáur áskoðari kring landið, sum ivast í, at Stjørnan her hevur ein komandi stórspælara. Og við fleiri frálíkum avrikum í ár hevur hon eisini sannført um sínar møguleikar.
Í Vestmanna hevur Regin uttan iva verið fríski íblásturin, sum áskoðararnir helst fleiri ferðir hava saknað. Uttan stórvegis hóvasták gjørdist hann móti kappingarenda ein av berandi kreftunum á liðnum, og við øgiliga høgginum er ikki langt av leið at hugsa sær, at VÍF her hevur funnið næsta stórskjúttan.
Dómarar skuldu eisini veljast, og ikki óvæntað fall valið her á Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, sum í ár hava havt eitt sera gott kappingarár. Ikki minst í altjóða høpi, har teir nú hava fingið sín elddóp.

Og so varð dansað
Og so kundi veitslan í HB-húsinum annars halda fram. Summi vóru glað, meðan onnur vóru ónøgd. Og tó at liðið, sum skrivandi fjølmiðlarnir høvdu sett til dystin, var atvold til miklan orðadrátt, so var hetta tó eisini til at liva við. Ymiskt er, hvussu stórur álvari verður lagdur í, tá slík lið verða úttikin, men tað tóktist tó greitt, at fleiri spælarum dámdi lítið, at miðlarnir høvdu givið sær sjálvum mest sum púra leysar teymar, tá liðið varð sett saman. Onkur útskifting varð eisini gjørd í seinastu løtu, tá tað ikki var hildið ráðiligt at seta nakran VB-ara á liðið, nú VB ikki var partur av veitsluni. Og heldur ikki tað fall í heilt so góða jørð.
Men slík lið verða aloftast sett upp við nakað av speisemi fyri eyga, og upplegg til ídnar diskussiónir vilja tey væl altíð vera. Líkamikið, hvussu væl gjøgnumhugsað uppstillingin er. Undir øllum umstøðum, so var talan um enn eitt gott kappingarár hjá hondbóltinum, og tí setti galla-kvøldið eitt flott punktum fyri.