Hondbóltur
Kollfirðingar fingu ongan tíð loyvi at hava argandi leiklutin, sum teir javnan hava móti ovaru liðunum í deildini.
Kyndilsmenn vistu, at her vóru eingi ráð at kiksa, og frá fyrsta bríksli settu teir seg á dystin. Sum minuttirnir gingu tóktist talan veruliga at skula gerast um sorl, men tíbetur fyri kollfirðingarnar gjørdist tað tó ikki heilt so galið.
Ikki minst hevði Kyndil ein góðan dag í verjuni, har lunnar vórðu lagdir undir hópin av skjótálopum. Hesi geva ofta eyka luftina, sum er neyðug ígjøgnum ein dyst, og ivaleyst kundu teir grønu eisini hugsað sær, at hesi framhaldandi fara at koma í næstu dystunum.
Fyribils má Kyndil tó sláa seg til tols við einum frívikuskifti, nú teir ikki eru partur av steypafinaluni í hondbólti. Men skulu vónirnar um finalupláss í FM-stríðnum haldast við líka, er neyðugt at seta fulla ferð á ketlarnar nú. Í so máta mundu teir grønu eisini frøast um, at liðið nú aftur tykist hava funnið góða stevið frá grundspælinum fram. Ábendingar vóru um hetta í Vestmanna fyri viku síðani, men ta ferðina vóru spælararnir tó ikki nóg kaldir at taka møguleikan, tá hesin beyðst. Men við heimadystum móti øllum teimum ovastu liðunum eftir á skránni, hevur Kyndil kanska eisini nakað at halda høgu FM-vónunum í.
Fakta um dystin
Kyndil-KÍF 31-23 (15-12)
Málskjúttar
Kyndil: Ragnar Stakksund 8, Høgni Klein 7(2), Hans Áki Dal Christiansen 7(1), Marius Joensen 6, Rókur Akralíð 2, Regin Fossaberg 1
KÍF: Damir Oros 11(1), Rógvi Weihe 4, Mirco Milenkovic 3, Petur Martin Poulsen 3, Karl Jóhan Djurhuus 1, Sune Davidsen 1
Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 1
Útvísingar: Kyndil 2, KÍF 2
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl









