Hondbóltur
Seinastu árini hevur tað sjáldan verið nakar sum helst ivi, tá Kyndil og Neistin hava tikist á kvinnusíðuni. Hóast Kyndil blómaði nakað stutt undan aldarskiftinum, so hevur Neistin síðani sitið á øllum í høvuðsstaðnum.
Stillaðu nervarnar
Og tað tóktist eisini, sum skuldi hetta gerast úrslitið, tá fyrri hálvleikur varð spældur sunnudagin. Neistin spældi við tolni, har bíðað varð eftir mistøkum frá Kyndli, og so vórðu hesi aloftast revsað í kvikum kontra-álopum.
Og hetta riggaði eisini fínt. Ikki minst, tí Kyndil í álopinum framdi fleiri óprovokerað mistøk, og so gekk tað ofta skjótt hinvegin.
Sum so hevði Neistin onga orsøk at broyta nakað, tá tær komu út eftir steðgin, men Kyndil hevði nú stillað sínar nervar, og so broyttist dysturin. Fyrst og fremst tí Kyndil nú gav sær neyðugu stundirnar í álopsspælinum, har tær bíðaðu eftir møguleikanum, heldur enn at skunda alt ígjøgnum. Men eisini tí Guðrun í Lágabø rættiliga tíðliga hevði tvær framúrskarandi dupultbjargingar, sum av álvara góvu álopsspælarunum hjá Neistanum nakað at hugsa um.
Bjargaðu sær við brotskasti
Støðan var nú skiftandi, men seianstu minuttirnar tóktist tó, sum hevði Kyndil betra takið. Við Loinu Andriulyte mitt fyri og Brynhild Klein á veinginum kundu tær nú spæla bæði djúpt og breitt, og tað hóvaði avgjørt ikki Neistanum. Og uttan at taka nakað frá Erlu Eliasen, so tóktist tað merkisvert, at Neistin allan dystin helt Fríðu Petersen á beinkinum. Ikki minst, tá tað ivaleyst vildi komið væl við hjá Erlu, um hon hevði fingið onkra lítla fríløtu.
Tað ber sjálvandi ikki til at staðfesta, hvørt hetta vildi broytt nakað, men í øllum førum slapp Neistin at sveitta væl og virðiliga. Tí Kyndil vildi ikki sleppa takinum, tá Neistin fór í seinasta álopið, stóð enn 23-22 á talvuni. Tað eydanðist tó evstu løtu at vinna eitt brotskast til tær bláu, og so hevði Nicoleta enn einaferð nervarnar til at halda høvdið kalt. Og sjálvt um javnleikurin avgjørt var minni enn tað, sum Neistin ætlaði sær burtur úr dystinum, so merkir hetta fyribils, at tær fingu stig burturúr. Og verður hetta einasti javnleikurin í grundspælinum, so er stigamissurin jú eingin.
Vunnu á ivanum
Í so máta var talan um øðrvísi støðu hjá Kyndli, sum longu hevur spælt javnt í hesum árinum. Tí mistu tær í veruleikanum stig við úrsliinum, og tí vórðu tær kanska størstu tapararnir, tá Nicoleta sendi brotskastið inn.
Men júst tann veruleikan skal Kyndil kanska ikki hugsa so nógv um her og nú. Fyrst og fremst, so sýndi liðið, at tær ikki verða syftar uttan víðari. Og megna tær at byggja víðari á tann veruleikan, kann nógv verða vunnið.
Fakta um dystin
Kyndil-Neistin 23-23 (11-13)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte 5, Anja Heinadóttir 5, Brynhild Klein 4, Jacklyn Durhuus 3(1), Randi S. Wardum 3, Kari Ann Petersen 1, Vesna Tomajek 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 10(2), Katja Eigemann 7, Ása á Neystabø 2, Annika Thomasen 2, Heidi Maria Akselsen 1, Rakul Augustinussen 1
Brotskøst: Kyndil 1, Neistin 3
Útvísingar: Kyndil 4, Neistin 3
Dómarar: Kartin Joensen & Kristian Joensen










