Kyndil segði takk fyri seinast

Hesa ferð eydnaðist tað teimum grønu í høvuðsstaðnum at vinna á Team Klaksvík

Eitt av mest óvæntaðu úrslitunum higartil í hesum kappingarárinum var, tá ið Team Klaksvík fyrr í heyst vann á heimavølli ímóti Kyndli.

Í kvøld var Team Klaksvík í høvuðsstaðnum, og klaksvíkingarnir fóru norður aftur við 35-31 tapi. Støðan í hálvleikinum var 17-16 til Kyndil, eftir at klaksvíkingar løgdu bragdligari fyri, og liðini so skiftust um at vera á odda.

Beinanvegin eftir steðgin økti Kyndil um leiðsluna, so hon varð trý mál, men Team Klaksvík svaraði aftur, og inntil átta minuttir vóru eftir gekk tað púra javnt á. So tók Kyndil dyk á seg, og tað endaði við 35-31 heimasigri.

So at siga alla tíðina mansvardi Kyndil bæði Zarko og Igor, og í 2. hálvleiki mansvardi Team Klaksvík David Edvardsen.

Málskjúttar hjá Kyndli:  David Edvardsen (8), Josef Abrahamsen (7),Finnur Hansson (5), Ludvík Simonsen (5)Tróndur Jensen (4),Hjalti Breckmann (1), Bárður Johannesen (1), Oyvind Lutzen (1), Høgni Klein Olsen (1),Bjarni Sørensen (1), Hans Arni Thomsen (1).

Málskjúttar hjá Team Klaksvík:  Sámal á Tjaldrafløtti (6), Andrias Ellingsgaard (5), Igor (5), Dánjal Kjærbo (5), Jákup Joensen (4), Martin Ritto (3), Zarko (2), Jens Pauli Mohr (1)