Kyndil sær finaluplássið

VB tapti í gjár, og tí kann Kyndil vinna seg á næst ovasta sessin, tá tær spæla móti Stjørnuni í dag

 

 

Ein dystur í Elektron-deildini í kvinnuhondbólti er í dag, tá Stjørnan vitjar hjá Kyndli.

 

Kyndil var í FM-finaluni í fjør, og fyrstu umførini í vetur tóktust tær ivaleysar í eini endurtøku av kósini. Talan er tó um harða kapping millum VÍF, VB, Neistan og Kyndil, og ein av avgerandi faktorunum er uttan iva, at dystirnir móti niðaru liðnum verða vunnir.

 

Júst ein slíkur dystur er talan um í dag, tá Stjørnan vitjar. Í Klaksvík eru tey í ferð við at byggja upp av nýggjum, og tí hava avrikini sveiggjað rættiliga nógv. Á einum góðum degi kann Stjørnan tó argað tey flestu, men lítil ivi er tó um, at Kyndil er stórfavorittur í dag.

 

Dysturin, sum verður spældur í Høllini á Hálsi, byrjar klokkan 14.30.