Kyndil á øðrum plássi

Kyndil-H71 33-25 (12-11)

Kyndil er nú á øðrum plássi í Atlantic Airways-kappingini. Í dag høvdu teir grønu úr Havn vitjan av H71, og her greiddi Kyndil sína skyldu.

Fyri steðgin gekk javnt á, men seinastu 30 minuttirnar settu teir grønu veruliga ferð.

Og so mundi tað hóva teimum serstakliga væl, at bæði StÍF og KÍF snávaðu. Hetta ber nevnliga við sær, at Kyndil nú er tvey stig framman fyri næstu liðini í royndini at vinna rættin til finaludyst móti VÍF.