Kyndil rann VÍF um koll

Kyndil-VÍF 35-30 (17-15)

 

Spælið var avbera gott fyrstu løtuna av fyrsta finaludystinum millum Kyndil og VÍF í bestu mansdeildini í hondbólti. Liðini koyrdu á, og leikferðin var sera høg. Liðini skiftust eisini um at skjóta mál, men tað var tó Kyndil, sum tóktist hava yvirvág á vøllinum.

 

Vestmenningarnir byrjaðu við eini sera ágangandi verju, men hetta vísti seg ikki at rigga heilt hjá teimum. Teir blivu ofta ov seinir í verjupartinum, og hetta kostaði teimum nakrar útvísingar fyrstu løtuna. Kyndil megnaði tó ikki ordiliga at gera sær dælt av hesum útvísingum. VÍF fylgdi væl við, men tá ið góðir 20 minuttir vóru spældi hendi nakað, sum fekk stóran týdning fyri dystin. Fyrst bleiv Agnar Joensen hjá VÍF rikin av vølli, og bert tveir minuttir seinni mátti John Zachariassen hjá VÍF sama veg. Sostatt mátti VÍF vera teir báðar fyri uttan restina av dystinum, og hetta kostaði. Restina av fyrra hálvleiki fylgdi VÍF tó væl við, og tá liðini fóru til hálvleiks, førdi Kyndil við bert tveimum málum.

 

Dysturin bleiv avgjørdur mest sum alt fyri eitt í seinna hálvleiki. Fyrstu sjey minuttirnar skoraði Kyndil átta ferðir, og so førdu teir brádliga við 9 málum. VÍF royndi at geva tað sísðta restina av dystinum, men ov seint var. Teir megnaðu at minka um munin niður í fýra mál, men spenningur kom ongantíð í dystin í seinna hálvleiki. At enda vann Kyndil við fimm málum, og sostatt hava teir eitt gott útgangsstøði undan dystinum í Vestmanna næsta leygardag.

 

Besti málskjútti hjá Kyndli vóru Rókur Akralíð og Ken Zachariassen, sum fingu átta mál hvør. Áki Olsen fekk sjey mál fyri VÍF.