Kvinnuhondbóltur
Óstabilu úrslitini í bestu kvinnudeildini í hondbólti vórðu enn einaferð undirstrikað, tá Kyndil tók ímóti Stjørnuni í Høllini á Hálsi mikukvøldið. Undan hesum kappingarárinum varð Kyndil mett sum eitt av teimum sterkaru liðunum í kvinnudeildini, men hóast gott fólk, so hevur úrtøkan í einstøku dystunum tó verið so sum so. Við sigrinum á VÍF fyri viku síðani var tó líkt til, at nú hevði Kyndil funnið stevið, og hetta skuldi so meira ella minni váttast, tá Stjørnan kom á vitjan.
Leingi var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast hjá Kyndli at fáa annan sigurin upp í slag. Eftir eina heldur tama byrjan, var tað so hampuliga skjótt, at Kyndil setti seg á dystin, og við einum rykki miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóku tær seg nøkur mál fram um Stjørnuna. Spælið var kanska ikki av tí besta hjá nøkrum av liðunum, men Kyndil hevði betri tak á í verjupartinum, og tað var kanska fyrst og fremst hetta, sum gjørdi munin.
Og tann munurin helt sær so at siga eisini allan dystin. Onkun tíð hevði Stjørnan hug at nærkast, men hvørja ferð tað gjørdist ov tætt, so setti Kyndil eitt sindur meira á, og so var munurin aftur hin sami.
Fingu løn fyri stríðið
Stjørnan slepti tó ongan tíð vónini um, at tað skuldi fara at bera til hjá teimum. Tær hildu á fram at stríðast, og knappar tíggju minuttir fyri leiklok vóru brádliga útlit fyri, at tær eisini skuldu fáa løn fyri stríðið. Onkursvegna mistu leikararnir hjá Kyndli fullkomuliga konsentratiónina eina løtu. Nøkur óneyðug mistøk vórðu framd í álopspartinum, og tað var eitt-tvey-trý, so hevði Stjørnan revsað hesi.
Eina lítla løtu var mest sum panikkur á liðnum hjá Kyndli. Leikararnir tókutst mest av øllum overva seg í royndunum at rætta dystin uppaftur, heldur enn at sláa kalt vatn í blóðið, og hesa panikkstøðu fekk Stjørnan gjørt sær dælt av, soleiðis at tær nú brádliga vóru tvey mál frammanfyri.
Kyndil royndi at svara aftur, og tær vunnu seg eisini upp á javnt, men seinastu løtuna av dystinum stóð aftur stilt hjá teimum. Hóast seinasta málið hjá Stjørnuni kom so tíðliga sum tríggjar minuttir fyri leiklok, so megnaði Kyndil ongan tíð veruliga at hótta eftir hetta. Skelkurin um at missa leiðsluna tóktist vera alt ov stórur, og við longum og róligum álopunum tók Stjørnan seinatu luftina úr dystinum.
Trúgvin á muni
Einki er at taka seg aftur í, at fyri Kyndil, so var tapið eitt álvarsligt bakkast. Eftir sigurin á VÍF tóktist kósin vera sett beina leið uppeftir, men onkursvegna megnaðu tær tó ikki at fylgja hesum upp.
Hóast misjøvnu avrikini gera, at Kyndil nú helst kann gloyma alt um at enda ovast í grundspælinum, so eiga tær grønu á ongan hátt at avskrivast í samlaðu kappingin. Hópurin tykist á pappírinum framvegis at vera ein hin sterkasti í landinum, men tað er kanska eina mest á mentala økinum, at leikararnir nú skulu venjast. Ein partur av spælinum er jú sálarliga styrkin, har leikararnir skulu tora og duga at vera á odda, og tað tykist fyrst og fremst vera hesin eginleikin, sum skal til. Eftir tvey ár í botnstríði, kann tað vera trupult hjá leikarunum at venja seg við, at tær nú brádliga »eiga« at vinna dystirnar. Talan er snøgt sagt um at bróta eina ringrás og byggja eina aðra upp, men enn hevur Kyndil so ikki megnað at gjørt hetta.
Hjá Stjørnuni er hinvegin einki at ivast í, at talan var um tvey sera kærkomin stig. Undan árinum tóktist stórur ivi valda um, hvørt Stjørnan yvir høvur fór at taka lut í kappingiini. Tað eydnaðist kortini at skava eitt lið saman, og við fimm stigum á talvuni er hetta nú mitt í rokanum millum tey, sum elta oddafiskarnar úr Vági.
Talan er kanska ikki um sama poleraða spælið, sum seinnu árini hevur hildið Stjørnuni á føroysku hondbóltstindunum, men í stóran mun hava leikararnir kompensera fyri hetta við einumotroyttandi stríðsvilja.
Og so dugir Stjørnan eisini at vinna. Góðu úrslitini seinastu trý árini hava givið leikarunum eina trúgv á egnan mátt, sum fá onnur lið hava. Ein trúgv, sum ger, at hóast mótrákið til tíðir er hart, so fellur liðið ikki í fátt, og so leingi sum tann trúgvin er til staðar, kann liðið ongan tíð avskrivast heilt.
Dysturin í tølum
Kyndil-Stjørnan 25-26 (11-10):
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 9(4), Ileana Manolescu 5, Ann Mari Vang 4, Heidi Maria Akselsen 3, Sonja Smiljic 2, Marjun Tróndarson 2, Annika Ljósstein 2, Ann Hansen 1, Marjun Johansen 1
Stjørnan: Natsha Stemnkovic 9, Danijela Ercevic 6(1), Una Olsen 6, Jastrid Gullaksen 4, Mira við Neyst 1
Brotskøst: Kyndil 4, Stjørnan 1
Útvísingar: Kyndil 4, Stjørnan 4
Dómarar úr H71: Hallur Danielsen & Bárður Brimvík. Høvdu ikki alla tíðina eins væl fatur á dystinum, men fáa teir fleiri dystir saman, er einki at ivast í, at hetta er nakað, sum fer at betrast.