Kyndil-KÍF 28-24 (12-10)
Kyndilsmenn hava verið í tungum sjógvi í ár, men nú byrja teir spakuliga at nærkast ovaru liðunum.
Í dag vunnu teir seg upp á átta stig, tá KÍF varð sent heim við ongum.
Talan var fyri tað nógva um ein javnan dyst fyri steðgin, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki skræddi heimaliðið seg púrasta leyst. Og hóast kollfirðingar fingu togað nakað aftur móti endanum, so komu teir ongan tíð av álvara nær nøkrum stigi.
Fyri Kyndil skeyt Bárður Johannesen hesa ferð seks mál. Tað sama gjørdi Rógvi Weihe fyri KÍF.