Kyndil og VÍF tvær ferðir á ólavsøku

Tann gamli klassikarin í føroyskum manshondbólti millum Kyndil og VÍF verður á skránni heilar tvær ferðir á ólavsøku. Kl. 18.00 ólavsøkuaftan spæla old boys-liðini hjá feløgunum í høllini á Hálsi, og kl. 20.00 bresta bestu liðini saman.

 

Kyndil er mest vinnandi mansliðið í Føroyum, og VÍF hevur vunnið næstflest meistaraheitir. Feløgini rukku ikki finalur í fjør, men tykjast bæði at vera væl fyri í ár. Kyndil hevur fingið seks nýggjar spælarar í summar. Millum teirra eru Hørður Fannar Sigthórsson av Akuroyri og Finnur Hansson, ið er spælandi venjari.

 

Hjá VÍF er Jan Ottosen nú venjari. Hann plagar at fáa fram bæði snildi og stríðsvilja á sínum liðum, og vestmenningar leggja annars altíð nógv fyri á ólavsøku. Alt talar sostatt fyri einum góðum dysti millum Kyndil og VÍF ólavsøkuaftan, og old boys-dysturin skuldi ikki staðið aftan fyri old boys-dystin, sum var í 2010. Ta ferðina vann Kyndil akkurát. Í ár verða spælararnir millum 40 og 60 ár á gomlu liðunum. Hvørki liðið ætlar sær at tapa, frættist úr Havn og Vestmanna.

 

Ragnar Simonsen og Dánjal Hansen døma dystin millum bestu liðini.