Kyndil og VÍF dystast á ólavsøku

Hondbóltur: Bæði feløgini hava nýggjar venjarar

HONDBÓLTUR: Bestu mans- og kvinnuliðini hjá Kyndil og VÍF fara at dystast á ólavsøku.

Báðir dystirnir verða spælir í ítróttarhøllini á Hálsi ólavsøkuaftan.

Kvinnurnar spæla fyrst, og tann dysturin er ásettur at verða kl. 19.30. VÍF spældi í vetur í 2. deild, men tað eydnaðist teimum at vinna deildina, og harvið flyta uppaftur í 1. deildar, har tær vóru fyrraárið. Vestmenningar hava sett eitt rumenskt par sum venjarar, og tey skuldu eftir ætlan koma til landið áðrenn ólavsøku.

Bæði maðurin og konan skulu umframt at venja, eisini spæla við VÍF. Jacklin Durhuus, sum í fjør spældi í Han, er flutt aftur til Vestmannna at spæla, nú teirra lið er við aftur í bestu deildini. Liðið hjá Kyndli verður so at siga tað sama, sum spældi í fjør. Í løtuni er danska Lotte Sørensen tó ikki í landinum, men hon kemur aftur seinni.

Til dystin hjá kvinnunum hevur Thomas Dam latið steyp, sum verður vunnið til ognar.

Eftir kvinnudystin fara menninir hjá VÍF og Kyndli at dystast, tann dysturin byrjar væntandi kl. 21.00. VÍF vann meistaraskapin í fjør, men í ár skulu teir spæla uttan teirra besta spælara Inga Olsen. Teir hava fingið nýggjan venjara, og hann skal eisini spæla við teimum.

Hjá Kyndli verður liðið at líkna tí, sum spældi í fjør, men spælarar, sum eru í landinum nú, men sum ikki kunnu væntast at verða við í vetur, spæla við á ólavsøku. Millum teirra er málverjin Erlendur Johannessen, sum hevur verið yrkisspælari í Spania, og Tróndur Joensen, sum hevur spælt í Danmark.

Feðgar hevur latið steyp til hendan dystin, og tað verður eisini vunnið til ognar.