Hondbóltsfeløgini Kyndil og ÍA, sum er felagið á Argjum, hava í dag skrivað undir trý ára samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at menna hondbóltin í høvuðsstaðarøkinum og fáa so mong ungfólk at spæla hondbólt sum gjørligt.
Samstarvið hevur við sær, at Kyndil og ÍA kunnu skipa fyri felags venjingum fyri ungdómslið, og at venjarar úr Kyndli skipa fyri servenjingum fyri spælarum úr báðum feløgunum. Eitt av málunum er at breiðka grundarlagið undir bestu liðunum hjá Kyndli.
- Kyndil hevur nógvar dugnaligar venjarar og eina sera evnaríka ungdómsdeild, sum hvørt ár vinnur nógv, men ofta fella spælarar frá um 16-17 ára aldur, og tí er virðismikið at breiðka grundarlagið. Vit gleða okkum at samstarva við ÍA," sigur Uni Arge, formaður í Kyndli.
- Við hesum samstarvinum kunnu vit lyfta hondbóltin í ÍA upp á eitt hægri stig, tí Kyndil hevur nógvar sera dugnaligar venjarar. Eisini er tað ein gularót hjá okkara spælarum, at teir kunnu koma á bestu liðini hjá Kyndli, sigur Kristian M. Skála, formaður í ÍA.
Átrokandi tørvur er á fleiri hallartímum í Tórshavnar kommunu, og feløgini hava eisini avtalað, at har tað er møguligt, samstarva tey um tímar. Hetta hevur við sær, at eitt nú servenjingar fyri spælarum kunnu fara fram bæði í Havn og á Argjum.
Kyndil og ÍA heita annars á kommununa um at bera so í bandi, at hondbólturin fær betri umstøður. So trongligt er í hallunum nú, at sera trupult er hjá feløgunum at fáa tímabýtið at ganga upp, og hendan støðan kann ikki halda fram. Fyriliggja útbyggingarætlanir, vænta feløgini at verða kunnað sum skjótast.