Kyndil og Neistin spældu ein sera dramatiskan og spennandi dyst í Okkara-deildini í høllini á Hálsi, ið endaði við javnleiki 24-24. Í steðginum var Neistin á odda 13-12. Javnleikurin merkir, at Neistin er framvegis oddalið í Okkara-deildini.
Toppskjúttar hjá Neistanum vóru Dánjal Ragnarsson og Tróndur Kragesteen við fimm málum. Hjalti Mohr Jacobsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum, Bartal Klein Olsen skoraði fýra mál.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum millum Kyndil og Neistan. Claus Rasmussen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Dánjal Ragnarsson hjá Neistanum,
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Bartal Klein Olsen hjá Kyndli.
4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum dystin.
Dánjal Ragnarsson er munandi frægari nøgdari við javnleikin enn Bartal Klein Olsen, ið heldur, at Kyndil átti betri at gagnnýtt, at Rasmus Søby fekk reyða kortið tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum.