Kyndil misti eitt stórt fet

Hondbóltur - Henrik Gerster og Kyndil eru fyribils ikki partar av oddastríðnum í bestu mansdeildini. Liðið misti aftur tvey stig í gjár

Tað hava verið ov stór sveiggj í avrikunum hjá Kyndil í hesum kappingarárinum.
Úrtøkan higartil er sjey stig. Høvuðsstaðarliðið hevur vunnið á VÍF, StÍF og Team Klaksvík, spælt javnt móti Neist­anum, og tapt tvær reisur fyri KÍF, og einaferð fyri H71.
Kyndil tapti 30-25 í Kollafirði í gjár.

Agnar skeyt brotskøstini
Agnar Joensen spældi fyri fyrstu ferð við KÍF í gjár.
Hann var ikki nógv inni á vøllinum, men hann tók sær av brotskøstunum, sum hann sendi trygt í netið.
Kollafirðingar vóru framm­an fyri 11-10, tá átta minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki. So setti heimaliðið ferðina upp.
KÍF fór til hálvleiks við støðuni 17-12.
Tað var serliga í verju­partinum, at Kyndil var lítið sann­førandi. Heimaliðið spældi seg lætt til upplagdar møgu­leikar, og serliga tók Gert Hansen ofta av. Hann skeyt seks mál.
Avgerandi løtan var mið­skeiðis í seinna hálvleiki. KÍF var á odda 21-16, tá gestirnir gjørdu bart og komu upp á 22-21. Tá vóru tólv minuttir farin av seinna hálvleiki.
Kyndil fekk sítt næsta mál, tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum, men tá høvdu kollfirðingar skotið 28 mál í alt, og tá var ov seint.