Kyndil megnaði javnleik móti KÍF - StÍF vann í Klaksvík

Team Klaksvík snávaði í fyrsta heimadystinum í ár

Aftaná fimm stig í trimum útidystum vóru vónirnar høgar til Team Klaksvík í heimadystinum móti StÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Men Team Klaksvík snávaði í fyrstu royndini á heimavølli. StÍF vann dystin 31-28. Í steðginum var javnleikur 16-16.

 

Jóanes Prestá hjá StÍF var høvuðsatvoldin til fyrsta tapið hjá Team Klaksvík hetta kappingarárið. Hann bumbaði 15 bóltar í kassan, og var klárt dagsins maður. 

 

Kyndil fekk ein góðan javnleik móti KÍF, ið verður mett at vera sera væl fyri til hetta kappingarárið.

 

Dysturin í høllini á Hálsi í Havn endaði 29-29. Í steðginum var Kyndil á odda 14-13. Kristoffur Bjørgvin var við 12 málum sera eyðsýndur hjá Kyndli í dag. 

 

Team Klaksvík-StÍF 28-31 (16-16)

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 8, Vilhelm Vilhelmsen 5, Valentino Valentakovic 5, Jens Pauli Mohr 4, Tummas Simonsen 3, Sámal á Tjaldrafløtti 2, Kjartan á Gravarbø 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Jóannes Prestá 15, Pætur Johansen 4, Steinar Prestá 3, Bjartur Már Guðmundsson 2, Bjarni í Selvindi 2, Pætur Barclay 2, Ivan Mrdalo 2, David Danielsen 1. 

 

Kyndil-KÍF 29-29 (14-13)

 

Málskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 12, Tróndur Wardum 7, Anders Risdal 5, Tummas Sørensen 2, Tórður Guttesen 1, Borgar Sveinsson 1, Mads Lindbergh 1.

 

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10, Nicklas Selvig 6, David Edvardsen 5, Ási Dam 2, Tony Weihe 2, Teitur Joensen 2, Jón Súni Kjærbæk 1, Bárður Dam 1. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 TEAM KLAKSVÍK4113114-15
 STÍF4115118-35
 H713908194
 KÍF3837854
 VÍF38877112
 NEISTIN3929112
 KYNDIL495117-222