Kyndil leitar sær rumenskan styrk

Ein rumenskur hondbóltsleikari royndarvenur í løtuni við Kyndli, men enn er ikki greitt, hvørt talan verður um sáttmála

Hondbóltur

Endaspælið í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum fer í gongd aftur um hálva triðju viku, og nú landsliðssteðgurin hevur sett ein kíla í, royna ymsu feløgini sjálvsagt at fyrireika seg sum best til týdningarmiklu dystirnar.
Vit hava áður nevnt, at Neistin til hetta verður styrkt við Heina Hanusarson, men eisini grannarnir úr Kyndli tykjast ganga við ætlanum um at fáa styrk til liðið.
Í øllum førum er hesa vikuna ein rumenskur leikari, sum venur við liðnum, men sum skilst, so er tó enn ikki avgjørt, hvørt talan verður um at gera sáttmála við leikaran.
Úr Kyndli frættist, at hetta við at fáa útlendskan styrk, var nakað, sum tey tosaðu um við kappingarársbyrjan, men at liðið síðani hevur víst seg at standa seg framúr væl, sum tað er.
- Eftirfylgjandi hevur hesin leikarin so sett seg í samband við okkum, og vit hava so einki havt ímóti, at hann hevur vant við okkum hesa vikuna. Men hvørt talan verður um sáttmála ella ikki, er tó alt ov tíðliga at staðfesta enn, sigur Jóannes Dalsgarð, sum er ein av teimum, sum tekur eina hond við í felagsarbeiðinum í Kyndli.
- Fyrst og fremst er sjálvandi avgerandi, at leikarin sýnir tær dygdir, sum eru neyðugar, og tað í sjálvum sær kann vera eitt sindur ringt at meta um eftir somikið stuttari tíð. Hartil kemur so eisini tað, at um vit ætla at knýta leikaran at felagnum, so eru ein rúgva av ymiskum formligum viðurskiftum, sum skulu avgreiðast, og so er spurningurin, hvussu langa tíð hetta fer at taka, sigur hann.
Soleiðis tykist tað í løtuni vera ivasamt, hvørt leikarin fer at styrkja um hópin hjá oddaliðnum seinasta helmingin av kappingarárinum, men hinvegin er tað neyvan til stuttleikar, at leikarin venur við teimum grønu, so tað verður helst spennandi at vita, hvussu hetta fer at spæla av.