1. deild menn:
Kyndil-StÍF 27-26 (15-15)
Spenningurin var í hæddini, tá tvey av bestu kvinnuliðunum í Føroyum, Kyndil og StÍF, hittust í høllini á Hálsi sunnudagin.
Kyndil vann dystin og kom sostatt upp á sama stigatal sum StÍF og Neistin.
Serliga var tað Lotte Sørensen, sum skaraði burtur úr við at gera ikki færri enn fjúrtan av teimum 27 málunum hjá Kyndli. Næstbesti málskjútti hjá Kyndli var Jórun Ludvig, sum gjørdi fýra mál. Hjá StÍF gjørdu Eyðleyg Mikkelsen og Paula B. Jacobsen hvør síni sjey mál, meðan Signhild Petersen gjørdi seks.
Dysturin var javnur allan vegin fram til miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Kyndil tók seg fýra mál framum. Kyndil fekk skorað til 23-19, hóast bæði Jórun Ludvig og Frida Johannesen sótu uttanfyri, og Kyndil bert hevði fýra útileikarar á vøllinum, meðan StÍF hevði seks. Tað skal tó eisini sigast, at StÍF longu í næsta álopi kom upp á 23-20, og júst tað málið syrgdi fyri, at spenningurin varð varðveittur.
Trýmálsleiðslan helt sær leingi, men av onkrari orsøk vildu Kyndlakvinnurnar ikki halda upp á bóltin, tá tær vóru í álopi, men royndu seg við skotum í staðin - skot sum ikki fóru í málið, og sum gav StÍF møguleika fyri at minka enn meira um munin.
Tað rakk kortini ikki hjá strandakvinnum, tí Kyndil í seinastu sekundunum megnaðu at halda høvdið kalt og gera 3-meturskast, tá tað var neyðugt, og sostatt forða StÍF í at sleppa til at skjóta.
Fyri Kyndil var sigurin sunnudagin av stórum týdningi, og tað sást eisini á leikarunum, tá dysturin var liðugur. Nú er púra javnt millum trý tey ovastu kvinnuliðini í 1. deild, nú endaspælið er liðugt. Lagt er upp til ein spennandi endaspurt...