- Vit eru sjálvsagt ógvuliga vónbrotin, nú vit høvdu sett nøsina upp eftir enn einum FM-sigri. Men vit eru samstundis sera firtin um, at slíkir dómarar, sum dømdu dystin í kvøld, sleppa at døma ein so týðandi dyst. Har var eingin linja - inkonsekvent allan vegin ígjøgnum.
Heimasíðuverturin hjá Kyndli leggur ikki fingrarnar ímillum í, tá hann gevur sína meting av avrikinum hjá dómarunum, sum leiddu dystin millum høvuðsstaðarfelagið og H71 í høllini á Hálsi í kvøld. Kyndil misti eitt týðandi fet í stríðnum um annan finalusessin, tá teir einans fingu javnleik móti hoyvíkingunum. Við øðrum dómarunum kundi verði øðrvísi, skrivar heimasíðan.
- Dómararnir oyðiløgdu dystin fullkomiliga, og hóast teir ikki dømdu til fyrimuns fyri annað liði, so gongur slíkt út yvir dystin og úrslitið í seinna enda. Tað eigur sjálvsagt ikki at vera so!