Neistin-Kyndil 21-23 (13-13)
Púrasta óvæntað koppaðu Kyndilskvinnur í dag teimum bláu grannunum.
Men tá tað er sagt, so skal leggjast afturat, at sigurin var fult uppiborin.
Kyndil var alla tíðina liðið, sum stríddist betri, og hóast Neistin onkra ferð var á odda, so høvdu tær grønu fyri tað mesta nøsina frammanfyri.
Avgerandi løtan mundi koma, tá einir 10 minuttir vóru eftir at spæla. Neistin hevði tá eina løtu við 6 móti 4 yvirtali, men tær megnaðu ikki at gera sær dælt, og ístaðin kundi Kyndil aftur leggja seg á odda. Tað gav undirtippaðu spælarunum veruliga trúnna uppá, at sigurin var í nánd, og seinastu løtuna lótu tær ongan iva vera um, at tær skuldu hava stigini.
Hjá Neistanum skoraði Nicoleta Radu Hansen 10 av málum. Randi S. Wardum skeyt 7 av málunum hjá Kyndli.