U18 landsdystir verða hetta vikuskiftið, og tað merkir so eisini, at eingir dystir verða spældir í 1. deild hjá monnum, har øll liðini uttan KÍF eisini eru umboðað á U18 landsliðnum.
Dystirnir skuldu annars verið hesir: StÍF-Neistin, KÍF-VÍF og Kyndil-H71. Teir eru allir fluttir fram til mikukvøldið 17. februar klokkan 19.45. Harumframt er dysturin millum KÍF og Tjaldrið, sum skuldi verið spældur mikukvøldið, fluttur til 10. februar klokkan 19.45.
Tríggir dystir skulu spælast í undan-undankappingini hjá U18 liðunum. Í gjár spældu Føroyar og Kypros í Vestmanna. Í dag verður dystur millum Kypros og Moldova, eisini í Vestmanna, og í morgin klokkan 17.00 spæla Føroyar og Moldova í høllini á Hálsi í Havn.
Kappingin hjá kvinnunum heldur fram sum ætlað, og eisini allir teir tríggir dystirnir í hesum umfarinum verða spældir í morgin, sunnudagin.
Í Havn spæla nummar eitt og tvey, Kyndil og Stjørnan. Í blaðnum í gjár segði venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, at FM-heitið verður avgjørt í hesum dystinum, og hóast Neistin og StÍF helst ikki eru so samd, er tað rætt, at um tað eydnast Kyndli at vinna henda dystin, verður tað sera trupult hjá hinum liðunum at fáa fatur á oddaliðnum aftur, tí so eru sjey stig á muni.
Men Stjørnan hevur enn ikki tapt móti Kyndli í ár, og tey flestu vóna ivaleyst, at sigurin aftur í morgin fer til Stjørnuna, so spenningurin í kappingini verður varðveittur.
Hini bæði liðini, sum framvegis hava ein lítlan møguleika fyri at hótta Kyndil, eru StÍF og Neistin, og júst hesi bæði liðini spæla á Skála í morgin. Taparin av hesum dystinum verður endaliga settur til viks í FM-stríðnum, serliga um Kyndil vinnur á Stjørnuni, meðan vinnarin sleppur at halda fram í kapprenningini um gullið.
Tá liðini spældu á Skála í grundspælinum, var tað sera tætt, og StÍF vann við einum máli í einum dysti, har tey í Neistanum vóru rættiliga misnøgd við avrikið hjá dómarunum.
StÍF-kvinnurnar síggja út til at vera komnar væl fyri seg eftir at tað sá út til, at tær vóru dotnar burturímillum í kappingini, og tær eru eisini komnar í finaluna í steypakappingini. Neistin kom ikki longur enn til hálvfinaluna og hevur sostatt bert landskappingina at hugsa um nú. Tað kann gerast ein fyrimunur, serliga um StÍF-liðið hugsar ov nógv um finaluna, sum verður um tvær vikur.
Triði dysturin verður í Vági millum avgjørdu botnliðini VB og GÍ/Tjaldrið. Liðini hava í løtuni ávikavist trý og fýra stig, og GÍ/Tjaldrið kann við einum sigri taka eitt týðandi stig fram móti at tryggja tilveruna í 1. deild. Um VB dettur trý stig afturum GÍ/Tjaldrið, skulu VB-kvinnurnar hava stig móti onkrum av ovaru liðunum umframt at vinna seinna dystin móti samansetta eysturoyarliðnum tann 13. mars, og tað kann gerast trupult, um munurin millum oddaliðini minkar sum kappingin líður.
Sjeynda liðið í deildini er VÍF, og tær spæla ikki aftur í landskappingini fyrr enn leygardagin 13. februar, tá tær eru gestir hjá Neistanum. Áðrenn tað skal steypafinalan spælast móti StÍF. Í landskappingini hevur tað bert gingið niður á bakka í seinastuni, og uppflytaraliðið úr Vestmanna hevur mist sín FM-møguleika eftir at tað sá heilt gott út fyri bert fáum vikum síðani.