Karmarnir vóru í topp, tá ið tey bæði fremstu liðini í bestu mansdeildini í hondbólti, Neistin og Kyndil, hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Stúgvandi fult var av áskoðarum, og stóra fjøldin var vitni til ein spennandi og undirhaldandi dyst við einari rúgvu av tí, ið hoyrir einum toppdysti til.
Kyndil legði hart út
Tað vóru gestirnir úr Kyndli, sum fingu bestu byrjanina. Neistin fekk als ikki fótað sær fyrstu løtuna, og áðrenn teir varnaðust, hevði Kyndil lagt seg á odda 4-0! Kvika spælið hjá teimum grønu gav Neistanum stórar trupulleikar hesa løtuna, og tað var týðuligt at síggja, at tað serliga vóru teir bláu úr Neistanum, ið høvdu nervar undir dystinum.
Í verjupartinum vóru kyndilsmenn eisini nógv ágrýtnari enn neistamenninir, og til tíðir vóru teir í so ágrýtnir, og millum annað kann Høgni Klein verða fegin um, at hann slapp við tí gula kortinum, tá ið hann heilt tíðliga í dystinum jarðlegði Heina Hanusarson. Hevði tað hent seinni í dystinum, er ikki óhugsandi, at liturin á kortinum var ein annar.
Neistin kom tó skjótt inn aftur í dystin, og serliga vóru tað teir báðir Blagoje Buha og Dann Thorleifsson, ið góvu kyndilsverjuni trupulleikar. Blagoje Buha skal ikki hava nógv pláss á vonginum, og er hann sloppin inn um verjuna, so skorar hann at kalla hvørja ferð. Dann Thorleifsson var toppskjútti hjá Neistanum sunnudagin, og hann sýndi ein stríðsvilja, ið fleiri av hansara viðleikarum væntaðu.
Munur á verjum
Ein av stóru trupulleikunum hjá Kyndil í hesum kappingarárinum, hevur verið at fingið verjuna at virka til fulnar. Hetta tykist nýggja venjaraparið tó hava fingið gjørt nakað við, og sjáldan er kyndilsverjan sæð betur enn júst sunnudagin. Menn stríddust sum úlvar á skóg, og stóru neistamenninir høvdu ógvuliga stórar trupulleikar av kontanta verjuspælinum hjá Kyndil. Í hinum endanum var neistaverjan als ikki so sannførandi, sum hon mangan áður hevur verið. Kvika álopsspælið hjá Kyndil gav verjuni hjá Neistanum grá hár í høvdið, og ferð eftir ferð sluppu kyndilsmenn at renna mitt inn gjøgnum verjuna og skora.
Munurin á verjunum var sjónligast eftir steðgin, og tað kann kanska ljóða eitt sindur løgið, tá ið havt verður í huga, at Neistin vann seinna hálvleik við einum máli, men tað var veruliga so, og besta dømi um hetta eru tey mongu bíligu málini, ið Kyndil fekk í seinna hálvleiki. Hinvegin noyddust neistamenn at stríðast nógv meiri fyri at fáa síni mál.
Avgerandi løtan
Kyndil var á odda við trimum málum í hálvleikinum, 16-13, og teir fingu eisini betru byrjanina upp á seinna hálvleik, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, vóru neistamenn aftan fyri við fimm málum 14-19, og nú hildu nógv, at dysturin var avgjørdur. So var ikki, tí undir leiðslu av Áka Mørk kom Neistin sterkt aftur, og tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika, var tað Neistin, ið var á odda 22-21. Hesa løtuna hevði Kyndil stórar trupulleikar í álopinum, samstundis sum Neistin hevði sett ferð á. Men gleðin var stokkut hjá mongu neista-viðhaldsfólkunum, tí næstu minuttirnar avgjørdi Kyndil dystin til egnan fyrimun, og serliga var tað veteranurin Jónleif Sólsker og málverjin Jóhan Danielsen, ið tá gjørdu bart.
Jónleif var komin á bakkin at spæla, og tríggjar ferðir á rað rann hann inn gjøgnum neistaverjuna og skoraði. Tá ið neistamenn royndu at svara aftur, var tað til fánýtis, tí antin var kyndilsverjan fyri og fekk blokerað skotunnum, ella var tað Jóhan í málinum, sum tók pippið frá neistamonnunum. Jóhan hevði nakrar frálíkar bjargingar, júst tá ið mest stóð á, og dysturin stóð til at fara annan vegin. Hetta fullkomiliga køvdi neistamenninar, og tá ið Josef Abrahamsen skoraði tvey mál afturat fyri Kyndil, var alt avgjørt, tí tá vóru teir grønu á odda 26-22, og bert fýra minuttir vóru eftir at leika. At hepni eisini fylgir einum oddaliði var sjón fyri søgn, tá ið Josef skoraði til 25-22. Jacob Jónsson kastar langt fram til Josef, sum ikki fekk loftað bóltinum, men hann fekk líka fingurin á, og tað snýtti Jota í neistamálinum, og bólturin fór í mál.
Neistin fekk tó minkað um munin við tveimum málum afturat, og so vóru tvey mál á muni, og hálvur annar minuttur eftir at leika. Kyndil misti bóltin í álopinum rættuliga skjótt, men tá ið neistamenn fara skjótt fram í álop. blakar liðskiparin, Heini Hanusarson, bóltin út av vøllinum, og tað var helst rættuliga sigandi um hansara avrik sunnudagin. Heini hevði snøgt sagt ikki ein av sínum betru døgum, og spurningurin er, um hann yvirhøvur er komin fyri seg eftir skaðan, ið hann fekk í øksluna fyrr í vetur.
Betra liðið vann
Tey flestu, sum vóru til dystin sunnudagin, munnu verða einig um, at tað var betra liðið, ið vann. Kyndil sýndi ein størri stríðsvilja, enn neistamenn gjørdu, og harafturat gjørdust kyndilsmenn ikki eins fjáltursstungnir og neistamenn í teimum avgerandi løtunum. Sigurin hjá Kyndil var bygdur á eitt liðavrik, har allir arbeiddu fyri hvørjum øðrum, og har menn bakkaðu hvønn annan upp 100 prosent. Tað sigur heldur ikki so lítið, at hóast Kyndil einans fekk 26 mál, so komu átta leikarar á máltalvuna.
Neistin má nú allarhelst veittra Fm-heitinum farvæl, og tað er kanska eitt sindur óvæntað, tí teir hava leingi verið favorittar hjá nógvum. Sunnudagin, tá ið tað veruliga stóð á, megnaðu teir ikki at vinna dystin, og tað vóru tað fleiri orsøkir til. Nakrir av lyklaleikarunum hjá Neistanum leiktu ikki upp til sítt vanliga støði, og samstundis møttu teir einum kyndlaliðið, ið var sera væl fyrireikað til uppgávuna, og sum hevði ein nógv betur gejst, enn hvat Neistin hevði.
Sum áskoðari hevði tú eisini allan dystin varhugan av, at tað fór at verða Kyndil, sum fór at vinna, tí tað tóktist sum um teir høvdu mentala yvirvág allan dystin. Tað sást kanska eisini best, tá ið Neistin eftir tógvið stríð hevði lagt seg á odda, so gingu tað ikki meiri enn okkurt um 10 sekund, so hevði Kyndil javnað. Í stuttum kann sigast, at Kyndil var betra liðið, og tað var fult uppiborið, at teir vunnu.
Neistin: Dann Thorleifsson 6, Áki Mørk 5, Blagoje Buha 5(1), Heini Hanusarson 4, Dragisa Stojovic 3(1), Helgi Justinussen 1
Kyndil: Josef Abrahamsen 5(1), Ken Zachariassen 4, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal-Christiansen 4, Jónleif Sólsker 3, Jacob Jónsson 3, Janus Einar Sørensen 2, Finnur Hansson 1
Brotskøst: Neistin 4(2), Kyndil 3(1)
Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 4
Dómarar: Karstin og Kristian Joensen - ungu klaksvíkingarnir fingu av álvara roynt seg sunnudagin, og uppgávan var kanska ein ov stórur gloypibiti hjá teimum báðum. Tað gekk alt ov lang tíð, áðrenn kortini komu upp úr lummanum, og linjan við útvísingunum var ikki altíð serliga eyðsýnd. Hinvegin vístu teir myndugleika allan dystin, og teirra avrik ávirkaði ikki úrslitið










