Kyndil í Vági

Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá Kyndli seinastu vikurnar. Í Vági er kravið ein sigur, um tær ikki skulu hóttast alt ov nógv í finalustríðnu

Tríggir dystir í bestu kvinnudeildini í hondbólti verða spældir í dag.

 

Størsti spenningurin undan hesum umfarnum er um dystin í Vági, har VB tekur ímóti Kyndli.

 

Kyndil hevur alt árið verið á øðrum av finalusessunum, men seinast vikurnar hevur VÍF trýst á fyri at sleppa við í tí dystinum. Kyndil er í løtuni fýra stig framman fyri VÍF, sum tó hevur spælt ein dyst færri. Seinastu tíðina hevur spælið hjá Kyndli tó ikki koyrt serliga væl, og hetta er nakað, sum skal betrast, um tær skulu sleppa úr Vági við tveimum stigum.

 

VB hevur útspælt sín leiklut í oddastríðnum, og fríggjakvøldið taptu tær greitt móti Neistanum. Men á heimavølli spenna tær seg altíð út, og tí er eingin sum helst orsøk hjá Kyndli at rokna við, at talan á nakran hátt verður um lætta uppgávu.

 

Hini bæði oddaliðini eru eisini í dysti í dag. Neistin tekur á heimavølli móti Stjørnuni, og VÍF vitjar á Skála, har tær fyrr í ár taptu tvey sera týdningarmikil stig.

 

Í Havn og á Skála byrja dystirnir klokkan 14.30. Í Vági verður fyrsta bríkslið klokkan 15.00.